OYL 23: Bára J. Glerfoss vann silvur í trístøkk

Lucy Woodward úr Jersey vann gull

Mynd: Frælsur Ítróttur í Føroyum

Mynd: Frælsur Ítróttur í Føroyum

Bára J. Glerfoss hevur vunnið silvur í trístøkk á oyggjaleikunum á Guernsey.

 

Besta lopið hjá Báru var 10,97 metrar. 

 

Besta lopið hjá vinnaranum, Lucy Woodward úr Jersey var 11,01 metrar.

 

Triðbest var Hilda Östergren úr Gotlandi við 10,91 metrum. So lítið skilti tríggjar tær fremstu. 

 

 

 

Mynd: Frælsur Ítróttur í Føroyum

Mynd: Frælsur Ítróttur í Føroyum