OYL 23: Anna Maria: Fantastisk uppliving at spæla fyrsta dystin

Hoyr Onnu Mariu Sloan Færø seta orð á fyrsta søguliga dystin hjá føroyska kvinnulandsliðnum í kurvabólti

##med2##

 

Aftaná fyrsta søguliga dystin hjá føroyska kvinnulandsliðnum í kurvabólti á oyggjaleikum, ið Føroyar taptu 19-45 fyri Oynni Man fekk in.fo orðið á Onnu Mariu Sloan Færø, ið saman við Anniku Mørk var toppskjútti hjá føroyska liðnum við fýra stigum.

 

Anna Maria heldur, at tað er ein fantastisk kensla at vera við til ein slíkan søguligan dyst: - Vit hava vant hart í meira enn eitt ár fyri at vera til reiðar til hetta, greiðir hon frá.

 

Hon er nøgd við hvussu væl hon og liðfelagarnir stríddist í verjupartinum, og tann sonuverjan tær hava vant nógv kom til sín rætt. Tað manglaði bara tann seinasti neyvleikin í álopsstøðunum, so hevði verið talan um ein næstan javnan dyst.

 

Anna Maria er eisini ótrúliga glað fyri stuðulin frá føroysku áskoðarunum. Hon heldur, at tá føroysku áskoðararnir sungu: "Fagra blóma" gav tað veruliga liðnum megi. 

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna við Annu Mariu Sloan Færø. 

 

Samrøða: Anna Maria Sloan Færø

Samrøða: Anna Maria Sloan Færø