Klokkan 17.30 verður fyrsta bríkslið við Løkin í Runavík, har NSÍ fær vitjan av ÍF.
Rúni Gaardbo verður dómari, og hetta er síðsti dysturin í 22. umfari.
Merkisvert er tað, at fleiri av spælarunum á ÍF liðnum fyri ikki so langari tíð síðani hava spælt við NSÍ, og at fleiri av NSÍ spælarunum hava spælt við ÍF.
Á ÍF liðnum hava Bogi Løkin, Karl Løkin og Andy Olsen áður spælt við NSÍ, og á NSÍ liðnum hava Andras Gango, Fritleif í Lambanum og Ari Ó. Ellingsgaard áður spælt við ÍF.
Tá ið hesi bæði liðini hittust við Løkin 12. mai var úrslitið 1-1.
NSÍ er á fjórða plássi við 32 stigum. Tað eru 15 stig fram til EB/Streym á triðja plássi, og tað eru 9 stig aftur til B68 á fimta plássi.
ÍF er á níggjunda plássi við 19 stigum. Um tað eydnast fuglfirðingum at vinna fulla úrtøku, so flyta teir fram á sjeynda pláss.