Fyrstu dagarnar í oktober fer kanadiski sosiologi-professarin Richard Apostle at halda tríggjar fyrilestrar í Føroyum. Richard Apostle er sosiologur og fólkalívsfrøðingur og starvast sum professari á Dalhousie University í Halifax á Nova Scotia. Hann er ein av allarfremstu granskarum, tá ið talan er um menning av útjaðarasamfeløgum.
Undirritaðu hava tikið stig til stovnan av einum ?Granskingardepli fyri Økismenning?, sum ætlandi skal halda til á gomlu politistøðini í Klaksvík. Gongur alt sum ætlað, fer stovnurin til verka 1. januar og Richard Apostle verður tá stjóri og granskingarleiðari. Stovnurin, ið fer at samstarva við Fróðskaparsetrið, fer í sínum granskingararbeiði at leggja dent á samstarv við fólk við praktiskum royndum til tess at lýsa lokalar menningarmøguleikar.
Um mánaðarskiftið mars-apríl vóru vit eina rundferð, har vit høvdu bjóðað øllum kommunum til kunnandi fund um granskingardepilin. Umsóknir um fíggjarligan stuðul eru sendar landsstýrinum, kommununum og forsætismálaráðnum/granskingarmálaráðnum. Árligi fíggjartørvurin verður 3,5 mill. kr. Flestu kommunur hava víst ætlanini ans og fleiri hava gjørt av at stuðla ætlanini. Landsstýrið og Signar á Brúnni, landsstýrismaður í granskingarmálum, hava tikið væl ímóti ætlanini og gjørt av at stuðla henni, væntandi við tveimum milliónum krónum (umsóknin er í løtuni til ummælis frá Fróðskaparsetrinum og Granskingarráðnum). Umsóknin til forsætismálaráðið/granskingarmálaráðið er send danska samfelagsvísindaliga granskingarráðnum til ummælis.
Fyrilestrarnir vera hesir:
Leygardagin 3. okt. kl. 15.00 í Klaksvík (Tekniska Skúla): Hvat kann gerast fyri at fáa eitt lokalsamfelag at mennast? Fyrilesturin tekur fiskivinnuna sum dømi og vísir á royndir úr øðrum samfeløgum í Norðurhøvum.
Sunnudagin 4. okt. kl. 20.00 í Porkeri (skúlanum): Hvat kann gerast fyri at fáa eitt lokalsamfelag at mennast? Fyrilesturin tekur fiskivinnuna sum dømi og vísir á royndir úr øðrum samfeløgum í Norðurhøvum.
Mánadagin 5. okt. kl. 20.00 í Havn (Nóatún): At liva í Norðurhøvum: Politiskar og búskaparligar avbjóðingar; tað eru Fróðskaparsetrið og Fróðskaparfelagið, ið skipa fyri hesum fyrilestrinum.
Fyrilestrarnir vera á enskum, men skipað verður so fyri, at øll kunnu fáa nakað burturúr; eftir fyrilesturin verður høvi til at spyrja og skifta orð um fyrilestrarevnið.