Vinnulív
Købmandstandesn OplysningsBereau A/S hevur gjørt eina kanning, har teir samanbera vinnulívið ymsastaðni í danska ríkinum. Millum niðurstøðurnar í frágreiðingini er ein, sum kanska kann tykjast rættiliga spennandi fyri føroysk vinnulív.
Tí, sambært kanningi, so klárar vinnulívið í Føroyum, Grønlandi og Bornholm seg so mikið væl, at tað er at meta sum besta vinnulívsúrslitini í danska kongaríkinum.
Tá tað er sagt, so sigur kanningin eisini, at hvør tíggjunda fyritøka í Føroyum, Grønlandi og Bornholm fer beinaleið móti tvingsilsavtøku.
Købmandstandesn OplysningsBereau A/S hevur gjørt kanningina og meira fæst at vita frá teimum.