TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eina samrøðu, sum Eyðun Klakstein og Heri Simonsen gjørdu við Geoffrey Corlett í Mariehamn í Álandi í 2009, tá oyggjaleikirnir vóru í Álandi.
Geoffrey Corlett, sum doyði 86 ára gamal í 2012 fortaldi í samrøðuni hvussu oyggjaleikirnir gjørdust veruleiki. Meiningin var, at leikirnir skuldu bara verða á Isle of Man í 1985, og tað var tað. Men sum dagarnar gingu, og ítrótturin og vinarløgini sigraðu vaks stemningurin fyri, at oyggjaleikirnir skuldu verða aftur tvey ár seinni, og á seinasta kvøldinum var avgerðin tikin, og oyggjaleikirnir vóru komnir fyri at verða.
Í samrøðuni greiðir Geoffrey Corlett eisini frá hvussu gott tað var at verða til oyggjaleikirnar í Føroyum í 1989.