Nú var Jørgin Evald Solmunde í bløðunum við einum lesarabrævi, har hann proklamerar, at oyggjaleikir eru ein hóttan fyri føroyskari ítrótt. Hetta er nakað, sum er ilt at skilja, tí oyggjaleikir er eitt kappingartilboð til nakrar ítróttargreinar, hvørki meir ella minni. Hvør einstøk ítróttargrein kann taka av hesum tilboði ella lata verða. Tað hevur tó víst seg, at tær ítróttargreinar, sum hava tikið av tilboðnum, hava í flestu førum merkt ein nógv øktan áhuga millum manna, og hetta serliga tey árini oyggjaleikirnir eru. Hetta hevur so aftur ført við sær eitt hækka støðið innan somu ítróttargreinar. Hesin vøkstur er sjálvandi minni tey árini tá ongir oyggjaleikir eru. At ein so kann finna uppá at lasta oyggjaleikunum fyri, at økti áhugin ikki er líka nógv til staðar í millum-árunum, er púrasta burturvið. Tað er uppgávan hjá avvarðandi sersambandi at hava tilboð til limirnar, ið kunna motivera til framhaldandi og langsigtaða venjing. Hetta má verða á øllum stigum. Bæðið hjá teimum sum einans kappast her heima, teimum sum droyma um at koma til oyggjaleikir og teimum, sum droyma um at gerast heimsmeistarar.
Viðvíkjandi støðinum á oyggjaleikunum, so er tað rættiliga sjáldsamt, at føroyingar megna at dominera somikið, at ongin spenningur er. Undantakið eg havi uppliva eru fótbóltskvinnurnar. Tað kann tó skjótt henda at onnur lið ella einstaklingar megna at koma upp á eitt so mikið høgt støði, at tað er meira spennandi at satsa uppá aðrar kappingar. Her er tað so, at munur er á ítróttargreinum, har nakrar hava megnað at vunnið sær altjóða limaskap og tí sleppa við til HM og EM, meðan aðrar ikki hava henda møguleika. Her skal tó havast í huga, at ongin kann mennast av einans at luttakað í FM og HM/EM. Tí mugu verða aðrar fyrireikandi kappingar. Um hesin einstaklingur ella hetta lið so velur at verða við á oyggjaleikunum, sum part av fyrireikingunum til HM, og har vinnur Føroyum heiður og æru, so dugi eg ikki at síggja hetta sum nakra katastrofu.
At útnevna oyggjaleikir til trupulleikan innan føroyska ítrótt er tí, eftir mínum tykki eins rætt, sum tað er at útnevna Microsoft Word til trupulleikan innan føroyska skaldsøguskriving.