Oyggjaleikaliðið hjá Miðlahúsinum úttikið

Miðlahúsið sendir sterkt lið til Oyggjaleikirnar at gera tilfar til Rás2, Sosialin og Portalin

Miðlahúsið hevur mannað sítt Oyggjaleikalið, og liðið er betri mannað enn nakrantíð áður.

Átta mans fara til Álands at framleiða tilfar til Sosialin, Portalin og Rás2, og ætlanin er av álvara at spíla seg út.

- Oyggjaleikirnir eru ein stórhending í føroyskum ítrótti, og tí vilja vit gera okkara til, at føroyingar sleppa at uppliva allar tær spennandi løturnar á Álandi, sigur Jákup Mørk, ítróttarredaktørur í Miðlahúsinum.

Rás2 fer við til sínar fyrstu Oyggjaleikir, og útvarpsrásin ætlar at senda frá Oyggjaleikunum frá tíðliga á morgni til út á kvøldið.

- Vit vilja gjarna verða við, har tað hendir, og Oyggjaleikavikuna ætla vit at senda dagin langan úr Álandi. Vit vilja gera hesa stóru ítróttarvikuna til eitt felags upplivilsi fyri allar føroyingar, sigur Jonhard Hammer, stjóri á Rás2.


Fleiri miðlar

Samtakið kring Miðlahúsið eigur og rekur Sosialin og Rás2, umframt tíðindapartin á portal.fo. Og allir miðlarnir verða við á Álandi.

Fólkini, sum fara at umboða Miðlahúsið á Álandi, eru Jákup Mørk, Hilmar Jan Hansen, Eyðun Klakstein og Heri Simonsen, sum eru tíðindamenn. Álvur Haraldsen, fotografur. Alvin Ellebye Andersen og Hjalmar Hvítklett verða tøknikar, umframt at Magni Høgnesen fer at taka kykmyndir.

Á Rás2 verða beinleiðis frásagnir, reportasjur og samrøður frá morgni til kvøld. Portalurin verður dagførdur allan dagin við tíðindum og myndum. Kykmyndirnar hjá Portalinum fara at hava sjónvarpsinnsløg. Og Sosialurin tekur samanum við greinum, myndum og samrøðum.

Oyggjaleikirnir verða hildnir á Álandi í døgunum frá 27. juni til 4. juli. Umleið 120 føroysk ítróttarfólk í 10 ymiskum ítróttargreinum fara at kappast á Álandi.



Miðlahúsið á Oyggjaleikunum


Oyggjaleikirnir verða hildnir á Álandi frá 27. juni til 4. juli


Rás2 sendir allan dagin beinleiðis frásagnir, samrøður og reportasjur


Portalurin verður dagførdur allan dagin við tíðindum, myndum og ljóðbitum


Kykmyndir á Portalinum fara at hava sjónvarpsinnsløg frá kappingum


Sosialurin tekur samanum øll avrikini við greinum, samrøðum og myndum