Oyggjaleikafaðirin fegnast um framgongdina

Geoffrey Corlett var høvuðsmaður, tá ið Oyggjaleikinir vórðu hildnir fyrstu ferð á Isle of Man í 1985. Leikirnir vóru fyriskipaðir í sambandi við, at serlig ítróttarár vóru hildin á Isle of Man.

 

- - Tá vit fóru undir fyrstu Oyggjaleikirnar, vitstu vit ikki, um leikirnir fóru at vera aftur, men vit fegnaðust stórliga, tá ið tað varð gjørt av, at vit skulu halda leikirnar annaðhvørt ár, sigur Geoffrey Corlett.

 

- Eg fegnist um framgongdina hjá Oyggjaleikunum. Teir eru ein stór succes, men vit mugu viðurkenna, at nú eru vit komin hartil, at tað er fult hús. Nú eru leikirnir blivnir so stórir, at tað eru bara nakrar fáar oyggjar, sum kunnu hýsa leikunum, sigur hann.

 

Geoffrey Corlett, sum hevur rundað tey áttati árini, hevur vitjað allar Oyggjaleikirnar, sum hava verið, og hann fegnast um stóra leiklutin sum føroyingar hava havt í leikunum.