Oyðslaði 113 milliónur burtur

Tað sá ljóst út hjá Michael Carroll, tá hann í februar 2002 vann 9.736.131 milliónir pund sum í táverandi kursi svaraði til 113 milliónir. Nú er einki eftir. Ein lottovinningur upp á 113 milliónir krónur ljóðar sum ein dreymur, um tú dugir at umsita stóra rðíkidømið. Tað dugdi Michael Carroll ikki.

Hann var bert 19 ára gamal, tá hann í 2002 van nógvu pengarnar. Níggju ár og tveir fongsulsdómar seinni er meginparturin av pengunum søplaður burtur, skrivar The Mirror.

Fyrrverandi millióningurin arbeiðir nú sum málari fyri 83 krónur um tíman.

Eitt tíðarbil brúkti Michael Carroll heilar 30.000 krónur um dagin til kokain, og hann hugnaði sær við fýra skøkjum í senn. Michael Carroll var longu framman undan lottovinninginum smákriminellur, og hevur verið inni og siti tvær ferðir. Einaferð fyri kokain og einaferð fyri eitt slagsmál.

Eg angri mest, at eg brúkti so nógvar pengar upp á rúsevni, sigur Michael Carroll við The Mirror.

Hann keypti fleiri hús bæði í Onglandi og uttanlands, men nú eigur hann bara tvey eftir. Helst noyðist hann at selja annað teirra. Eitt hjúnarband við tveimum børnum reyk eisini, og í fjør mátti hann selja yndishús síni við einum tapi upp á fimm milliónir krónur.