Gleðisboð komu til Newcastle-fjepparar seinnapartin, tá ið venjarin hjá liðnum, Glenn Roeder, boðaði frá, at Michael Owen aftur er klárur til dyst. Tað er júst nú, ið felagið hevur stóran tørv á einum málskorara. Liðið hevur bert skorað trý mál í teimum seinastu átta dystunum. Owen væntast at gera comeback komandi mánadag, tá ið Newcastle fer á vitjan hjá Reading.
Eisini enska landsliðið manglar áleyparar, og tí væntast tað, at um Owen veruliga kemur í form, fer hann við liðnum at leika EM-undankappingardyst í Estlandi í juni.