Owen aftur á vøllin

27 ára gamli Michael Owen hevur nú aftur tikið venjingarbúnan á, og er farin at venja fótbólt. Hann hevur ikki leikt fótbólt síðan HM-endaspælið í fjør, tá ið hann fekk ein álvarsligan skaða í krossbandið. Tó venur hann bara einsamallur, men er væl ávegis at koma at venja við liðfeløgunum í Newcastle.

 

Áleyparin, ið áður hevur leikt við Liverpool og Real Madrid, hevur bara leikt 11 dystir fyri Newcastle, grundað langa skaðasteðginum.