Sum skilst hevur ovurstórur áhugi verið fyri nýggju uppboðssøluni loppan.fo, síðan hon læt upp í dag. Loppan.fo er nýggja føroyska uppboðssølan á alnetinum, har alt kann seljast og keypast. Loppan.fo er ein pallur hjá privatum seljarum og keyparum og er púra ókeypis at nýta.
Tey sum skráseta seg á loppan.fo eru við í lutakastinum um ein 42? Panasonic plasma flatskerm. Tað er ókeypis og vinnarin verður kunngjørdur fríggjadagin 28. desember 2007 kl. 17 á heimasíðuni, og skermurin kann heintast í Expert sama dag!
Tað er Sp/f Drainsoft, ið eigur og rekur uppboðssøluna. Sp/f Drainsoft hevur síðan 1997 forritað og ment kt-loysnir, harímillum forrit, spøl og heimasíðuloysnir fyri virkir.