Ovurstór afturgongd í ferðafólkatalinum

Sera stór afturgongd er í talinum á ferðafólkum, sum fara um Vága Floghavn. 19,1 prosent færri ferðafólk fóru um floghavnina í februar í ár, samanborið við februar í fjør Í februar í ár eru 10.770 ferðafólk farin og komin um floghavnina. Hetta er 19,1 prosent færri enn í februar í fjør, tá talið var 13.319.

Í høvuðsheitum er talan um 3 orsøkir, skrivar Vága Flogahavn á heimasíðuni. Ein dagur minni í februar, eingin frálandavinna og munandi minni ferðavirksemi í mun til saman mánað í fjør.

Í februar í ár hava verið 266 komur og fráferðir. Hetta er 36,7 prosent færri enn í februar í fjør, tá tað vóru 420 komur og fráferðir.

Higartil í ár eru 23.439 ferðafólk komin og farin um floghavnina. Hetta er góð 12,5 prosent færri enn sama tíðarskeið í fjør, tá ferðafólkatalið var 26.777. Orsøkirnir eru her tær somu, sum fyri februar mánaða.

Fyrstu 2 mánaðarnar í ár eru 568 flogfør komin og farin um floghavnina. Tað er 36,5 prosent færri enn sama tíðarskeið í fjør, tá 895 flogfør komu og fóru.

Samlaða farmamongdin fyrstu 2 mánaðarnar í ár var 14,8 prosent minni enn sama tíðarskeið í fjør. Tilsamans 102,6 tons í ár í mun til 120,5 tons í í fjør.