Ovurnýtsla av teldlum leiðir til ringar vanar sum eru torførir at basa

Í dag kom Fólkaheilsuráðið út við átta skíggjaráðum, har víst verður á, at tað er umráðandi fyri kropsliga og sálarliga heilsu, at vit koma hvørjum øðrum við og eru virkin uttan skíggja, so sum teldu, telefon ella teldil.

 

 

Fyrr í ár segði Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum, við Sosialin, at Fólkaheilsuráðið mælir til, at børn ikki brúka ov nógva tíð við teldli, tí børnini verða alt ov óvirkin kropsliga. Tíðin, har tey sita niðri við teldlinum er tíð, sum tey ikki eru virkin í. 

 

 

-Børn í dag eru nógv meir óvirkin kropsliga enn tey vóru fyri bert fáum árum síðani. Hetta er eisini galdandi fyri børn, sum íðka ítrótt. Einasta undantakið eru tey børn, sum ganga til kappingarítrótt, og tey eru í stórum minniluta, sigur Magni Mohr.

 

 

Hann greiðir frá, at ovurnýtsla av teldlum leiðir til ringar vanar, sum eru torførir at basa seinni í lívinum. Ert tú kropsliga óvirkin í barnaárunum, so er sannlíkt at tú eisni verður tað tá tú verður vaksin, og tá ert tú beinleiðis vanda fyri lívsstílssjúkum.

 

 

-Hevur tú verið aktivur í barnaárunum, so leggur tú grundarlag fyri vanar, sum tú kanst varðveita gjøgnum lívið.

 

 

Eisini kostar kropsligt óvirkni sjúkrahúsverkinum nógvar milliónir hvørt ár.

 

 

-Kann man sum safelag góðtaka hetta, tá vit hava trupulleikar við at fáa fíggjarligu endarnar at røkka saman í sjúkrahúsverkinum frammanundan, spyr Magni?

 

 

Tað er tó torført at vísa nágreiniliga á hvat granskingin vísir á økinum, tí tøknin er enn so nýggj. Skulu vísindalig svar fáast uppá hesar spurningarnar, so mugu nógvar ymiskar kanningar til, og tær hava vit ikki enn, greiðir hann frá.

 

 

-Hóast tøknin letur upp fyri nógvum nýggjum møguleikum, og børn í dag eisini duga at brúka hana konstruktivt, so haldi eg ikki persónliga, at tað kann verða gott við ovurnýtslu av skíggja, tí talan er um eitt nýtt slag av avhengigheit, sigur hann.

 

 

Les eisini Vit eru ikki nærverandi og virkin tá vit eru á netinum