VÍF liggur nú enn greiðari á odda í SMS-deildini, sjey stig frammanfyri Neistan á øðrum plássi og átta stig frammanfyri H71, ið er nummar trý.
Men tað helt hart hjá vestmannakvinnum í dag. Tá ein minuttur var eftir var Kyndil á sigurskós við einari 25-24 leiðslu, men Liljan Djurhuus og Agnas Olsen vildu tað øðrvísi, og tær vendu dystinum á einum borðiski, og VÍF vann 26-25, og tær bláu og gulu kundu stórfegnast. Í steðginum var støðan javnleikur 13-13.
VÍF: Durita C. Jojic 8, Agnas Olsen 8, Liljan Djurhuus 6, Daniella Joensen 2, Kathe Frederiksen 1, Heidi Maria Akselsen 1.
Kyndil: Marianna G. Eystberg 11, Turið Arge Samuelsen 6, Súna K. Hansen 3, Bára K. Hansen 3, Beinta Bárðardóttir 1, Sólja Poulsen 1.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:
1) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Liljuna Djurhuus hjá VÍF.
2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Turið Arge Samuelsen hjá Kyndli .
Liljan Djurhuus var ovurfegin um góða sigurin. Hon sigur, at dystirnir ímóti Kyndli eru nakað heilt serligt, har tað verður tikið og givið, og oftast hevur ein fleiri blá merki aftaná dystir ímóti Kyndli. Liljan greiðir eisini frá hvussu hon visti, at Súna K. Hansen fór at leita eftir systrini Báru K. Hansen við støðuna 25-25, og harvið eydnaðist henni at koma ímillum og fanga bóltin, og so kundi Agnas Olsen spælast leys og seta bóltin í netið til 26-25.
Turið Arge Samuelsen er sera vónbrotin um, at hon og liðfelagarnir blaka leiðsluna burtur seinasta minuttin, og hon staðfestir, at vilja kyndilskvinnur í FM-finaluna og steypafinaluna, so má slíkt lúkast burtur. Turið er tó avgjørd um, at hon heldur, at Kyndil átti brotskast við støðuna 25-24 til Kyndil.
HERber til at hoyra hvussu tað ljóðaði á FM1, tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge segði frá tí dramatiska dystarendanum.
Støðan (hsf.fo) | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
---|---|---|---|---|---|
VÍF | 13 | 370 | 295 | 75 | 22 |
NEISTIN | 12 | 270 | 249 | 21 | 15 |
H71 | 13 | 332 | 319 | 13 | 14 |
KYNDIL | 12 | 284 | 291 | -7 | 13 |
STJØRNAN | 12 | 273 | 288 | -15 | 9 |
STÍF | 12 | 234 | 321 | -87 | 1 |