Óvirðiligt at seta prís á nýføðingar í Suðuroy

Karsten Hansen varð keddur tá ið hann hoyrdi, at prísur varð settur á, hvussu nógv ein nýføðingur í Suðuroy, kostaði

 

Tað er óvirðiligt at seta prís á nýføðingar í Suðuroy.

Tað heldur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum.

 

Nú Løgtingið viðgerð fíggjarlógini fyri næsta ár, spurdi Høgni Hoydal hann, um hann tekur undir við, at prísur verður settur á, hvat ein nýføðingur kostar á Suðuroyar Sjúkrahúsi, afturímóti, hvat ein nýføðingur kostar á Landssjúkrahúsinum.

 

Tað var Kringvarpið, sum í gjár roknaði seg fram til, at ein nýføðingur á Suðuroyar Sjúkrahúsi kostar fimm ferðir so nógv, sum ein nýføðingur kostar á Landssjúkrahúsinum, tá ið hugsað verður um útreiðslur til ljósmøður.

 

Sjálvur heldur Høgni Hoydal, at hetta er vandamikið og óvirðiligt, tí slíkt má setast í ein størri samanhang.

 

Og Karsten Hansen sigur, at tað er hann púra samdur í.

 

Landsstýrismaðurin í heilsumálum leggur dent á, at sjálvur hevur hann ikki sett prís á nakran sum helst.

 

Hann sigur, at hann var faktiskt keddur, tá ið hann hoyrdi, at kjakið fór tann vegin.

 

- Tað er óvirðligt, tí soleiðis kunnu vit ikki arbeiða, sigur Karsten Hansen.

 

Alt hetta kjakið hevur tikið seg upp í kjalarvørrinum á, at landsstýrismaðurin hevur fingið eitt tilmæli um at lata føðideildina á Suðuroyar Sjúkrahúsi aftur, so at allar barnakonur í Suðuroy skulu á Landssjúkrahúsið at eiga.

 

Karsten Hansen sigur, at avgerðin verður tikin í hesum mánaði.

 

Hann sigur, at hann hevur biðið um nakrar útgreiningar. Tær hevur hann fingið og tær eru sendar til hoyringar og tá ið svarini eru komin, tekur hann avgerð í málinum – og so er tað liðugt, leggur hann afturat.