Rósa Samuelsen, borgarstjóri í Sandavági, fekk 31,4 prosent av góðkendu atkvøðunum á kommunuvlainum í Sandavági týsdagin. Næstan triðjuhvørja latna atkvøðu fekk hon perónliga. 449 atkvøður vórðu góðkendar, og ein var ógildað.
?Eg eri ógvuliga glað fyri, at fólk halda, at tað, sum eg havi staðið fyri og gjørt í bygdarráðnum hesi árini, hevur verið gott arbieði. Øðrvísi kann úrlsitið ikki skiljast, heldur Rósa Samuelsen.
Nakra ávísa grund heldur hon ikki vera til hetta úrslitið. Hon hevur verið sjónlig alt skeiðið, og bygdarráðið hevur arbeitt væl saman, sigur hon. Tað fær borgarstjórin so løn fyri nú, vísir hon á.
Hon metir, at serliga tað, at nýggjur dagstovnur er komin, eins og at frítíðarskúlin er byrjaður, og at ungdómshús er á veg, avgjørt hevur gjørt sítt til úrslitið. Fríðkingin av bygdini hevur eisini havt sítt at siga, tá fólk hava valt, sigur afturvaldi borgarstjórin í Sandavági.
Rósa Samuelsen sigur, at enn er ikki tosað nakað um, hvat fer at henda í komandi valskeiði. Tó væntar hon, at hildið verður fram sum higartil, og okkurt er, metir hon, sum bendir á, at hon fer at halda fram sum borgarstjóri. Verður heitt á hana, tekur hon av, sigur hon. Hon er vald sjálvfimta av sjey á sínum lista. Tveir listar vóru.
?Vit hava ikki arbiett við meiriluta og minniluta í bygdarráðnum í farna skreiði, og tað ætli eg heldur ikki at gera í komandi skeiði, sigur hon. Mær dámar betri, at alt bygdarráðið arbeiðir sum ein heild.
Rósa Samuelsen metir, at tættari samstarv eigur at vera millum kommunurnar í Vágum. Eitt nú eigur reglugerðin fyri Felagskommununa at verða broytt, soleiðis at Felagskommunan fær størri heimildir.
Sum er, er bara talan um eina nevnd, sum ongar heimildir hevur. Sótu til dømis borgarstjórarnir í leiðsluni fyri Felagskommununi við ávísum rættindum, kundi hon verið brúkt í fleiri førum, enn nú er, heldur borgarsjórin í Sandavági.
Av lokalum málum í Sandavági er eingin ivi um, at skúlin er tað fremsta, sigur Rósa Samuelsen. Har eru álvarsligir hølistrupulleikar, og har má arbeiðast skjótt, sigur hon.
Nýggja bygdarráðið verður kallað saman nakað skjótt, sigur Rósa Samuelsen, sum fegin tekur við aftuvali í borgarstjórasessin í Sandavági.









