Ovfarin Eivør fekk tárini fram

? Hetta var eitt rørandi upplivilsi. Eg var púra sjokerað, tá ið eg vann hasar virðislønirnar, sigur Eivør Pálsdóttir. Mikukvøldið fekk hon størsta heiðurin, sum tað ber til at fáa í íslendskum tónleiki. Bæði kvinnuligi verturin fyri handanina og í fólk í salinum fingu tár í eyguni, tá ið Eivør inniliga og ovfarin takkaði fyri heiðurin

Eivør Pálsdóttir var ein bleiktrandi stjørna, tá ið íslendsku tónleikavirðislønirnar vóru lætnar í beinleiðis sjónvarpssending mikukvøldið.
»Íslensku tónlistarverðlaunin« heiðrar tey bestu tónlistafólkini, og tað verður gjørt við ymiskum virðislønum.
Frammanundan var tað greitt, hvørji vóru instillað til hvørjar virðislønir, og føroyska Eivør Pálsdóttir varð innstillað til heilar tríggjar virðislønir: Besti sangari, Besta fløga, og tann, sum dugir best at framføra tónleik.
Frammanundan hildu fólk, at Eivør hevði møguleika at vinna onkra av hesum virðislønum, og tað skuldi vísa seg at halda.
Heilar tvær ferðir var tað navnið á Eivør, sum varð rópt út í salinum, og báðu ferðirnar kom tað fullkomiliga óvart á føroysku songkvinnuna.
? Eg hevði als ikki roknað við hesum, og tí var hetta heilt fantastiskt. Tað var eitt rørandi upplivilsi. Eg var púra sjokerað, tá ið eg vann, sigur Eivør Pálsdóttir

Stjørna eftir stuttari tíð
Síðani Eivør fyri góðum ári síðani fór til Íslands at fáast við tónleik, hevur tað gingið strúkandi hjá henni.
Tá ið hugsað verður um, at hon fór yvir sum ókend songkvinna, og at hon nú er eitt tað størsta navnið í íslendskum tónleiki, er tað í grundini eitt óvanligt avrik.
Ongantíð áður hevur ein føroyskur tónleikari gjørt slíka innrás í Íslandi.
? Tá ið eg fór til Íslands, setti eg mær fyri at brúka tíðina sum frægast, og eg havi arbeitt hart. Tá ið tú gert tað, so ber ofta til at koma víðari, sigur Eivør.
? Hesar virðislønirnar meti eg sum eina viðurkenning av mínum tónleiki og eina áheitan um at halda fram. Og eg havi sanniliga hug at halda fram aftan á hetta.

Stjørnan í Prixnum
Eivør kom annars rættiliga fram í Føroyum sum sangari í rockbólkinum Clickhaze, og skal ein framførsla takast fram um allar hinar, so var tað finalan í Prix Føroyum 2001, tá ið Eivør meira enn nakar annar skaraði framúr.
Fyrstu tíðina aftaná Prix-sigurin hjá Clickahaze, ferðaðist bólkurin nógv, var í studio, gav út og spældi á óteljandi konsertum.
Men síðani er Eivør farin at gera alt meira við sín egna tónleik og sína solokarrieru. Hon hevur givið fløgu út í Føroyum, hon var við í íslendska Grand Prixnum, og í fjør kom hon so við nýggjari útgávu í Íslandi, nevnd Krákan.

Útseldar konsertir
Nýggja útgávan hjá Eivør hevur sett enn meira ferð á yrkisleiðina hjá henni í Íslandi. Krákan hevur selt nærum 6000 eintøk, og hon fer at selja meira ? eisini nú Eivør hevur fingið hesar virðislønir.
Tá ið Sosialurin var í Íslandi í sambandi við útgávuna av fløguni hjá Eivør í fjør, helt útsendi blaðmaðurin, at íslendingar hildu seg eiga ein part av Eivør. Teir høvdu veruliga tikið hana til sín.
Og meðan Eivør hevur funnið hjørtuni á íslendingum, hava føroyingar fylgd songkvinnuni, og tá ið Eivør kom heim at hava jólakonsertir í fjør var áhugin ovurhondsstórur. Í Klaksvík rúmaðust øll ikki í rúmligu Christianskirkjuni, har Eivør og Pætur við Keldu høvdu konsert, og í Fuglafirði var neyðugt við eykakonsert í Mentanarhúsinum.

Ovfarin
Íslendska sjónvarpið sendi mikukvøldið beinleiðis frá Íslensku tónlistarverðlaunin, og í tveir tímar var tónleikur á skránni. Bólkar spældu, og virðislønir vóru lætnar.
Eivør var ein av teimum, sum framførdi til tiltakið, og tað kom hon sum vanligt væl frá.
Men tað tóktist, sum hon var púra ovfarin, tá ið hon vann sínar tvær virðislønir. Aðra fyri at vera besti kvinnuligi sangarin, og hin fyri at duga besta at framføra sín tónleik. Virðislønina fyri bestu fløguna í 2003 fór rockbólkurin Mínus avstað við.
Meðan flest onnur høvdu væntað, at hon fór at vinna okkurt, tóktist hetta ikki at galda fyri Eivør sjálva.
Hon var fáorðað, ovfarin og innilig, tá ið hon takkaði íslendingum fyri móttøkuna, sum hon hevði fingið frá teimum, og tað fekk tárini fram hjá áhoyrarum og hjá kvinnuliga vertinum fyri sjónvarpssendingini.
Íslendingum dámar ikki bara tónleikin hjá Eivør, teimum dámar eisini persónin Eivør, og í løtuni virkar tað, sum um einki er óført hjá Eivør í Íslandi.

Til Hawaii
Eivør Pálsdóttir hevur eftir stuttari tíð vunnið hjørtuni í Íslandi, og spurningurin er tí, um hon ætlar sær at halda fram við tónleikinum har, ella um hon ætlar sær víðari.
? Eg eri ikki liðug við Ísland enn. Eg havi nógv á skránni í Íslandi í ár. Millum annað skal eg gera tónleik til sjónleik, og tað verður næsta stóra uppgávan hjá mær. Annars ætli eg mær eisini at spæla á konsertum í Íslandi í ár, sigur Eivør.
? Men sjálvandi havi eg hugsa um at farið víðari, kanska til Svøríkis, og tað er einki at ivast í, at tað ber til at brúka íslendska tónleikapallin fyri at koma víðari, sigur hon.
Eivør er longu komin heimaftur til Føroya, men 21. januar setir hon kósina ímóti Hawaii, har hon fer á tónleikaferð sum sangari í bólkinum Yggdrasil.
Tá ið hon kemur heimaftur av tí ferðini, ætlar hon sær at brúka nakrar vikur í Gøtu.
? Eg ælti mær at fáa nýggja inspiratión og annars bara vera saman við mínum kæru, áðrenn eg fari yvir aftur til Íslands, sigur hon.
Og í Íslandi bíða tey ivaleyst spent eftir sangstjørnuni úr Føroyum.