Ove fingið Kongens Fortjenstmedalje

- Í mong ár hevur Ove Berg Jacobsen verið ein partur av júst tí tryggleikanum. Eitt kent andlit, ein rólig rødd, ein hjálpandi hond

Fríggjadagin 20. februar var hátíðarhald í veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum, tá Ove Berg Jacobsen fekk handað Kongens Fortjenstmedalje fyri 40-ára trúgva tænastu í Sjúkraflutningstænastuni.

 

- Í fleiri enn 40 ár hevur hann verið har, tá tørvurin var størstur. Í regni og kava, nátt sum dag – altíð klárur at hjálpa. Tað er ikki bara eitt starv. Tað er eitt kall.

 

Soleiðis verður sagt á Facebook-vanganum hjá Landssjúkrahúsinum.

 

- Sjúkraflutningstænastan er tryggleikin, vit líta á, tá lívið er viðbrekið. Og í mong ár hevur Ove verið ein partur av júst tí tryggleikanum. Eitt kent andlit, ein rólig rødd, ein hjálpandi hond.

 

Og síðan verður lagt aftrat á Facebook-vanganum:

 

- Takk, Ove, fyri títt stóra hjarta og títt trúfesti. Hjartaliga tillukku við heiðrinum – tú hevur uppiborið hann.

 

##med2##