– Eg fari at tosa við flokkin um hetta, so eg havi ikki tikið støðu til tað enn.
Tað sigur Sjúrður Skaale, fólkatingslimur fyri Javnaðarflokkin, tá vit spyrja hann, um hann fer at stilla upp til bæði løgtingsvalið 26. mars og fólkatingsvalið 24. mars.
Við portalin sigur hin fólkatingslimur, Anna Falkenberg úr Sambandsflokkinum, at um flokkurin vil hava seg til bæði valini er hon til reiðar.
Sjúrður Skaale stillaði ikki upp til seinasta løgtingsval. Hann hevur tó tvær ferðir áður stillað upp til løgtingsval meðan hann var í Fólkatinginum, og tað gekk ikki serliga væl.
Fyrru ferð var í í 2015. Tá fekk hann 175 atkvøður og gjørdist nummar 11 á listanum, sum var nóg mikið hjá honum til ein sess sum varamaður á tingi fyri landsstýrisfólk hjá Javnaðarflokkinum. Hann hevði tó ikki sæti í Løgtinginum, tí hann var í Fólkatinginum.
Aftur í 2019 stillaði hann upp. Tá gjørdist hann nummar 15 á listanum við 136 atkvøðum, sum ikki gav honum sess á tingi. Javnaðarflokkuin var í andstøðu tað valskeiðið.
Hann sigur, at hann hugsar um støðuna, men okkurt bendir á, at veljarin heldur vil hava hann á Fólkatingi.
Sjúrður Skaale varð fyrstu ferð varldur á Fólkating i 2011 við 1.539 atkøvður. Í 2015 fekk hann 2.495 atkvøður, í 2019 fekk hann 3.337 atkvøður og í 2022 fekk hann 3.806 atkøvður.










