-Tú sært veruliga munin, tær alt ov fáu ferðirnar journalisturin er sloppin at brúka nakrar dagar upp á sína søgu. Tá hann hevur kannað øll skjøl, tosað við fleiri keldur og harumframt hevur fingið stundir at borðreiða tilfarið livandi og spennandi.
Tíðindakvinnan við tí frálíku útvarpsrøddini, Óluvu Zachariasen, er rættiliga avgjørd, tá hon verður biðin um at taka pulsin á føroysku fjølmiðlunum: Trong arbeiðskor elva til vantandi dýpd og dygd í føroysku miðlunum.
Tíðindakvinnan eigur eisini at vita, hvat hon tosar um. Seinastu mongu árini hevur Óluva arbeitt í útvarpinum og seinast í áttati árunum var hon eisini eitt skifti á Dimmalætting.
Miðlar eru flakavirkir
Føroyski tíðindaheimurin verður javnan lagdur undir ikki at gera nóg gravandi arbeiði. Tekur tú undir við hesum?
Partvís. Eg haldi vit hava fleiri sera dugnaligar journalistar í Føroyum, sum hóast vánalig arbeiðskor megna at grava djúpt og fáa góðar søgur fram. Men tíverri eru nógv mál, ið ikki verða lýst nóg væl ella ongantíð síggja dagsins ljós. Tíðindadeildirnar eru snøgt sagt ov illa mannaðar.
Flestu journalistar liva undir einum støðugum trýsti at skula lata tilfar til at kalla hvørt blað ella tíðindasending, og tað merkir sera stutta tíð – vanliga bert fáar tímar - at gera eina grein ella eitt innslag.
Tú hevur ikki tíð at kanna eina søgu nóg væl, tá tíðin er so stutt, og tí verður úrslitið ofta, at tú velur ta søguna, tú ert vís í at fáa í kassan. Týdningarmikla søgan við teimum 100 skjølunum ella 15 keldunum má bíða. Og soleiðis minna føroysku tíðindadeildirnar ofta meira at um flakavirkir enn um varðhundin hjá fólkaræðinum.
Hvør tíðindadeild eigur eftir mínum tykki at hava fólk, ið eru leys av dagligu tíðindaframleiðsluni, og sum bara hava til uppgávu at kanna og grava. Tilfarið hjá teimum skal so sendast ella prentast, tá tað er liðugt kannað og viðgjørt. Ikki ein dag fyrr.
Sjálvandi eru tíðindafólk ymisk. Nøkur eru dugnaligari og fara djúpari enn onnur.
Men teir allarflestu journalistar, eg kenni, vilja heldur enn fegnir sleppa at grava meira, og arbeiða ofta væl meira enn ásettu tíðina fyri at fáa søguna góða. Nógv arbeiði verður gjørt heima – álit og frágreiðingar lisnar, spurningar skrivaðir og avtalur gjørdar - sum føroysku tíðindafólkini hvørki fáa ella krevja eitt klovið oyra afturfyri.
Journalistikkur – eisini føroyskur – verður mangan mettur at byggja ov nógv á tilvildarlig stríðsmál millum ymiskar partar. Hvat heldur tú um hetta uppáhaldið?
Politikkur snýr seg um, hvussu tey fólkini, borgararnir hava valt at umboða seg, býta virðini í samfelagnum. Eisini onnur enn peningalig virði. Ymiskar hugsanir eru um raðfestingina av hesum virðunum, og sjálvandi er tað uppgávan hjá journalistinum at lýsa meiningar, samanhangir og orsøkir. Men tíverri snýr tíðindaflutningurin í miðlununum seg ov ofta um, hvør er ósamdur við hvønn í løgtinginum, kommununi ella landsstýrinum. Sjálv ósemjan millum persónar gerst brádliga áhugaverdari enn tað, persónarnir eru ósamdir um. Kanska tí ósemjan er lættari og skjótari at fyrihalda seg til enn at fara í dýpdina við málinum.
Fjølmiðlarnir batnaðir
Politikarar, vinnulívsfólk og onnur fýlast ofta á, at føroyskir journalistar eru ikki nóg væl inni í tilfarinum, sum verður lýst. Hvat heldur tú?
Bæði og. Nógvir journalistar eru sera væl inni í teimum viðurskiftum, teir arbeiða við. Trupulleikin í Føroyum er, at flestu tíðindafólkini eru generalistar og ikki spesialistar. Tá redaktiónirnar eru so smáar, er journalistiska arbeiðið ikki býtt sundur í fakøki. Journalisturin arbeiðir ofta við nógvum økjum í senn og má fyrihalda seg til mál, ið spenna sera vítt – alt frá sóttreinsan av alibrúkum til skattapolitikk. At vera generalistur kann bæði vera ein styrki, men eisini ein veikleiki, tí tú megnar ikki altíð megnar at fáa dýpdina við.
Hetta at journalistarnir ikki skulu vera nóg væl inni í tilfarinum verður javnan misbrúkt av politikarum fyri at verja seg. Koma teir í trupulleikar við samgonguna ella baklandið, er tað tí, at journalistarnir hava misskilt málið og vavt alt í ein ellibita. Eg trúgvi, at flestu tíðindadeildir og journalistar hava upplivað at verða úthongd sum lygnarar av politikarum og øðrum, sum brádliga hava fingið kaldar føtur av tí, tey hava sagt.
Hava miðlarnir ment seg seinastu 10 árini? Er tónin blivin hvassari? Eru tær góðu søgurnar ov nógv merktar av einkultmálum ella tilvildarligum stríðsmálum?
Flakalinja ella ikki. Á nógvum økjum haldi eg, at journalistikkurin í Føroyum er broyttur til tað betra. Hann er í dag meira viðkomandi og ágangandi. Nógv av tíðindaflutninginum fyri 10-15 árum síðan var rættiliga fjarur frá vanliga føroyinginum. Topp-søgurnar vóru oftast prát við politikarar ella serfrøðingar um fíggjarpolitikk, fisk ella ferjur. Alt ov sjáldan hoyrdu vit, hvørja hugsan vanligi borgarin hevði um hesi viðurkifti og tey sonevndu bleytu politisku málini. Í dag eru søgurnar meira viðkomandi fyri gerandisdagin hjá fólki og betri vinklaðar, hóast skarpa vinklingin ger, at onkur nuansa kanska rýkur í svinginum.
Fyritøkur freista
Fleiri útbúnir journalistar hava vent journalistiska heiminum bakið. Hví heldur tú, at so er?
Tað nýtist ikki at vera nakað gátuført í tí. Eftir nógv ár á einum arbeiðsplássi, vilja fleiri royna
okkurt annað. Tá tað eru rættiliga fáir tíðindamiðlar í Føroyum at velja ímillum, leita fleiri journalistar sær eftir avbjóðingum uttan fyri tíðindaheimin.
Men stóra arbeiðstrýstið og støðuga kenslan av ikki at hava stundir at fara í dýpdina fær nógvar journalistar at troyttast. Fleiri teirra siga seg ikki vilja aftur í tíðindameldurin, har søgurnar eru frá hondini í munnin. Sluppu tey at arbeiða burturav við sendingum, har tey fingu høvi at fara í dýpdina, høvdu tey kanska umhugsað støðuna.
Og so eru tað lønin. Fleiri privatar fyritøkur bjóða væl betri løn enn bløðini og loftmiðlarnir. Journalistar eru bara menniskju, ið eins og onnur hava bil og hús at gjalda. Tað sigur seg sjálvt, at fært tú boðið 7-10.000 krónur meira um mánaðin og minni stressandi arbeiði, er lætt at lata seg freista.
Eru tað fjølmiðlar, politikarar ella spunasmiðirnir, sum seta dagsskránna í Føroyum?
Bæði fjølmiðlar og politikarar seta dagsskránna, men gloym ikki embætisfólkini í miðfyrisitingini. Hóast ósjónlig og anonym í politiska landslagnum hava hesi fólkini, sum í útbúgving yvirhála bæði politikarar og journalistar, stóra ávirkan á lógarsmíðið. Politikarar hava kanska meira sjónliga ávirkan. Havandi í huga undirmannaðu tíðindadeildirnar hava politikarar í Føroyum rættiliga lætt spæl at vinna sær pláss á fjølmiðlabreddanum við nøkrum markantum úttalilsum. Hinvegin hendir tað seg eisini, at greinar og sendingar hjá journalistinum elva til fyrispurningar og orðaskifti á løgtingi og í einstøkum førum til lógarbroyting, men tað er lutfalsliga sjáldan.
Hvat heldur tú um,, at tínir starvsfelagir eru farnir at arbeiða sum samskiftisfólk ella spunasmiðir hjá politisku skipanini ella vinnulívinum?
Fleiri journalistar halda, at fert tú yvirum til “fíggindan” at vera samskiftisfólk, hevur tú selt tína sál, ert æviga glataður, og tú verður ongantíð reinur og uttanveltaður aftur. Eg havi stóra virðing fyri tílíkari idealismu, men haldi bara ikki, at viðurskiftini eru so svørt/hvít. Teir flestu journalistarnir duga eftir mínum tykki væl at skilja ímillum, hvønn teir arbeiða fyri.
Men sjálvandi kanst tú ikki arbeiða sum samskiftisfólk hjá einari stórari fyritøku ella politikara, og eina viku seinni koma vassandi inn í útvarpsstovuna sum óheftur journalistur fyri at gera samrøðu við tín fyrrverandi arbeiðsgevara. Tað ber ikki til. Tú hevur nakrar bindingar og kenslur, tú skalt hava rist av tær, og tað tekur tíð – mánaðir, allarhelst ár. Eisini lurtarin skal venja seg við, at tú ikki longur arbeiðir fyri tann persónin, og tað álitið tekur kanska langa tíð at byggja upp.
Sjálv haldi eg tað vera meira trupult við tíðindafólki, sum fara upp í politikk. Ein fyritøka er avmarkað og løtt at identifisera. Politikkur fevnir um at kalla øll øki í samfelagnum, og tí kanst tú fáa trupulleikar við tínum trúvirði, nærum uttan mun til hvat tú gert tíðindi um.
Hevði tú nakrantíð sjálv hugsað um at farið í starv spunasmiður/samskiftisfólk?
Seinasta árið, meðan eg havi verið í farloyvi úr starvinum í útvarpinum, havi eg gjørt onkrar uppgávur fyri privatar fyritøkur og kommunur. Nei, eg havi ongar ætlanir um at gerast spunasmiður. Hóast føroysku tíðindaheimurin er stressandi, er hann eisini áhugaverdur og avbjóðandi. Haldi eg hevði kett meg, um eg bara skuldi arbeitt við at promovera eina fyritøku ella ein persón.
Verður tú ofta ringd upp av politikarum ella spunasmiðum til at gera søgur?
Seinastu mánaðirnar og vikurnar undan løgtingsvali gongur nærum ikki dagur, uttan at tú hevur ein óðan politikara í telefonini, ið kennir seg sviknan og skírir teg at hoyra til onkran av hinum flokkunum. Samskiftisfólk ringja sjáldan. Hinvegin fær tíðindadeildin hvønn dag eina ørgrynnu av teldupostum frá politikarum og samskiftisfólkum. Hetta kunnu vera tíðindaskriv, viðmerkingar, tips og gleps. Niðast stendur telefonnummarið, “um vit vilja hava meira at vita...”
Fleiri vilja vera við, at vinnulív, fakfeløg og politikarar fara at styrkja seg við samskiftisfólkum í framtíðini. Hvat skal journalistiska aftursvarið vera til tað?
Síggi tað ikki sum nakran trupulleika í sær sjálvum, at politikarar, fyritøkur og onnur fáa sær samskiftisfólk at leggja sær lag á. Í summum førum kann tað vera beinleiðis ein fyrimunur, tí samskiftisfólkið kann hjálpa journalistinum við skjótt at útvega skjøl, upplýsingar og kontaktir. Men hetta setir eisini stór krøv til tíðindadeildirnar. Samskiftisfólkið veit jú væl, hvørjar orðingar og upplýsingar, ið freista journalistin at gera eina søgu. Tí er alneyðugt at journalistarnir hava betri stundir og førleika at sleppa afturum smartu orðini frá spunasmiðunum. Altso betri útbúgving og betri mannaðar tíðindadeildir er aftursvarið.
-------
Fakta
Navn: Óluva Zachariasen
Aldur: 39 ár
Starv: Tíðindafólk í Útvarpinum
Útbúgving: Bachelor í stjórnmálafrøði og ídnaðarlaborantur
Starvsroyndir: Tíðindafólk á Dimmalætting 1987-1990. Tíðindafólk í Útvarpinum 1997-2006. Hevur seinasta árið starvast á Kvinnu og annars sum freelance journalistur, teksthøvundur, orðstýrari o.a.
-------
Um greinarøðina...
Politikkur gongur meira enn nakrantíð fyri seg í fjølmiðlunum. Vil ein politikari gera vart við seg, sleppur hann ikki undan at nýta fjølmiðlarnar sum sýnisglugga, tí í fjølmiðlunum hittir politikarin flestu av sínum veljarum. Hetta er bakgrundin fyri spinn og spunasmiðum. Meðan hugtakið spinn og spunasmiðir framvegis er rættiliga nýtt í føroyskum høpi, so hevur stór orka verið nýtt til at lýsa og skilja virksemi hjá spunasmiðum í londunum uttanfyri Føroyar. Sosialurin fer komandi vikurnar at taka pulsin við at varpa ljós á samskiftið millum politikarar og fjølmiðlar í Føroyum.