OVASTEVNA Tað var lagt upp til tað heilt stóra brakið. Nógv nýggj tiltøk vóru á skránni, eisini skipað í sambandi við, at Tórshavn hátíðarheldur 100 árið fyri Tórshavn sum fólkavald kommuna. Tað byrjaði væl fríggjakvøldið. Tað var gamaní eitt fitt lot av eystri, men tað var turt og lýtt. Tað vóru ikki tey nógvu tiltøkini tað kvøldið, men hugnin var óførur í tjaldinum á keiini, har harmonikutónar ljómaðu og sangurin gekk av tí allarbesta. Tað var tí eitt satt vónbrot at vakna upp til vind og regn leygarmorgunin. So vánaligt var veðrið, at fyrireikararnir gjørdu av at halda setanarhaldið inni í tjaldinum á keiini heldur enn úti. Tað er helst fyrstu ferð, at veðrið skikkar sær so illa, at neyðugt hevur verið at fari inn at seta stevnuna. Fleiri av uttandura tiltøkunum vórðu eisini avlýst leygardagin, eitt nú renningin, sum kortini varð fyriskipað sunnudagin í staðin. Tónleikararnir troðsaðu kortini veðrið og spældu tann nú obligatoriska dystin. Tað man Terji Rasmussen helst angra, tí tað endaði við, at teir yngru fóru avstað við sigrinum í øllum regninum. Teir føra sostatt 2-1 í dystum og hava nú vunnið steypið tvey ár á rað. Innandura tiltøkini hava kortini verið væl vitjað, havandi í huga, at rættiliga fá fólk lutfalsliga leitaðu sær út til Nólsoyar um vikuskiftið. Kabarettin hevði síni vitjandi sum altíð, og eisini málningaframsýningin hjá Steffani Danielsen dró fólk til sín. Hon var eisini stak áhugaverd. Eingir bátar At veðrið var so vánaligt leygardagin hevði sjálvandi stórar avleiðingar við sær fyri fyrireikararnar. Fyri tað fyrsta kom ikki nakað av fólki um fjørðin, og fyri tað næsta avlýsti regattain ferðina úr Hósvík til Nólsoyar við tí úrsliti, at tað lógu bert einir fimm fremmandir bátar við bryggju í Nólsoy um vikuskiftið. Tað sigur seg næstan sjálvt, at hóast alt ikki er gjørt upp í pengum enn, so hevur stevnan ikki givið tað av sær, sum framman undan væntað. Helst verða tað reyð tøl á botnlinjuni, men tað fæst so greiði á, tá alt er gjørt upp. Sjálvt um einki er at gera við tað, so er tað harmiligt, at veðrið skuldi arta seg soleiðis. Men tað er einki annað at gera, enn at brynja seg við toli og so vóna, at veðurgudarnir verða blíðari næstu ferð. Og hetta er hóast alt bert aðru ella triðju ferð, at veðrið er vánaligt á ovastevnu, tó at tað helst er fyrstu ferð, at tað er so vánaligt, sum tað var leygardagin.