Ovastevnan heldur fram

Tað var rættiliga tómligt við fólki á ovastevnu leygardagin, men nevndin sigur, at stevnan heldur fram sum ætlað í dag. Fleiri av tiltøkunum, sum vóru avlýst í gjár, verða í dag í staðin, og veðrið í dag er av tí allarbesta, so tað er í hvussu er eingin forðing.

Hoppiborgir, tombola og annað er um at lara upp nú klokkan nærkast tvey, og øll tiltøkini í skránni verða eins og lýst í dag, sigur Nicolaj Falck, sum er limur í ovastevnunevndini.

So tey, sum ynskja at njóta ein góðan dag í Nólsoy, eru vælkomin. Ritan siglir næstan í pendulfart hendan vakra sunnudagin.