Ovari vøllur í Gundadali er klárur

9. juli 2020 byrjaði arbeiðið at endurnýggja graslíkið og stoytdoyvingarlagið við ovara vøll í Gundadali, umframt fyrireikingar til eina komandi sprinklaraskipan. Í summar hava ein røð av veitarum, undirveitarum og eindum arbeitt dúgliga við verkætlanini, umframt at aðrar ábøtur eisini eru gjørdar í Gundadali.

Í gjár var avhending av vøllinum og Ítróttaanlegg riggar ymiskt til næstu dagarnar, áðrenn vøllurin væntandi í komandi viku verður skoðaður av FSF við atliti til góðkenning til dystir í fremstu deildunum. Í september verður vøllurin eisini skoðaður í sambandi við UEFA krøv í sambandi við evropeiskar klubbdystir.

Í dag kl. 16.30 verður stutt almenn samkoma í Gundadali, har borgarstjórin kemur at bera fram eina heilsu. Øll eru hjartaliga eru vælkomin í Gundadal tá at síggja og royna nýggja vøllin.