Ov veikur kropsliga

Venjarin hjá AaB, Erik Hamrén, er væl nøgdur við avrikini hjá Súna Olsen higartil. -Tekniskt og taktiskt hevur Súni alt fyri at klára seg í Superliguni, men honum vantar enn nógv í kropsliga partinum av spælinum, heldur hann

Útiseti

Aalborg:
-Tekniskt og taktiskt hevur Súni alt fyri at klára seg í superliguni. Hann er ein góður fótbólsspælari og samstundis ein klókur fótbóltspælari. Hann er mentalt væl fyri og skjýtur væl bæði við høgra og vinstra beini.
Venjarin í AaB, Erik Hamrén, tykist vera rættiliga væl nøgdur við avrikini hjá Súna Olsen í AaB búnanum higartil. Hann ásannar, at upprunaliga var ætlanin ikki, at føroyski landsliðsleikarin skuldi fáa so drúgva spælitíð á bestu liðnum longu í heyst.
-Vit væntaðu, at hann skuldi brúka fyrstu mánaðirnar til at venja seg við leikferðina. Sjálvandi hava mongu skaðarnir og leikbann gjørt sítt til, at hann hevur fingið so nógva spælitíð, men misskil meg ikki: Hann hevur gjørt tað gott bæði í dysti og í venjing, sigur sviin.
Spurdur hvørjar eginleikar Súni skal arbeiða við fyri at veruliga standa seg í Superliguni, svarar Erik Hamrén:
-Honum vantar enn nógv í kropsliga partinum av spælinum. Hann er framvegis ikki nóg sterkur í nærdystunum, og hann skal gerast meira eksplosivur bæði við og uttan bólt. Yvirskipað skal hann arbeiða skjótleikanum og kropsligari venjing sum heild, vísir AaB-venjarin á.
Higartil hevur Erik Hamrén nýtt Súna á fleiri ymiskum plássum á vøllinum. Føroyski landsliðsleikarin hevur roynt seg á øllum plássum á miðvøllinum og á báðum bakkunum í AaB-troyggjuni.
Hvat besta plássið hjá Súna?
-Ja, hatta er ein góður spurningur. Ein av orsøkunum til, at vit keyptu hann var júst tað, at hann kundi spæla á fleiri plássum. Hansara besta pláss er óivað mitt á miðjuni, men til tað plássið krevst eisini, at tú ert væl fyri kropsliga, svarar Erik Hamrén.
Hvussu vilt tú lýsa Súna sum persón?
-Hann er stillur og róligur. Tað tekur tíð at læra hann at kenna. Hóast hann er stillur og róligur uttanfyri vøllin, so er hansara hugburðurin á vøllinum, sum hevur størstan týdning, og har smæðist hann als ikki burtur, svarar hann.