Hann segði, at umframt tað, at fakfeløgini vóru ov veik, so er samanhaldið millum fakfeløgini alt ov lítið. Hetta heldur hann vera eina syndarliga støðu.
Hann vísti á, at í fyrstuni vóru næstan 80 fakfeløg við í mótmælinum, men tá ið avtornaði, og málini vórðu avgreidd í Løgtinginum, vóru nøkur heilt fá tandur úr fýra ella fimm feløgum eftir í mótmælinum.
– Avleiðingin av hesum er, at í framtíðini kunnu fakfeløgini spara sær ómakin at mótmæla upp á hendan mátan, tí ongin lurtar eftir okkum, fyrrenn vit fara at brúka nógv sterkari lút, segði hann við Sosialin.??
Hans Joensen heldur, at hetta er ómetaliga keðiligt, tí tá ið fakfeløgini ikki kláraðu at standa saman í einum álvarsmáli sum hesum, er tað eini greið boð til politikarnar um, at teir kunnu gera akkurát hvat teir vilja fyri fakfelagsrørsluni.
– Eg havi ført fram, at tað nyttar ov lítið bara at ganga og larma við karamellublikkum og grýtulokum, tí skulu mótmæli hjá fakfeløgum gera nakran veruligan mun, er tað neyðugt at taka heilt álvarslig stig, segði hann. – uttan at hann vildi siga, hvat hann hugsar um, tí nú kann tað verða tað sama, í hvussu so er á hesum sinni.??
Formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag vil heldur ikki skera øll fakfeløg yvir ein kamb, verri enn so, tí fleiri feløg løgdu rættiliga nógv fyri.
Tað er gott, at fakfelagsfólk nú taka í egnan barm. Tí serliga effektiv hava mótmælini ikki verið. Og sum vit hava sagt fleiri ferðir áður, fakfeløgini eru komin sum ketta úr høvdatrog, tí hetta skilið var væntandi fyri valið, tó at tey flestu ikki tóku flatskattin hjá Fólkaflokkinum fyri fult...










