Ov tungt at náa fullveldinum

Signar á Brúnni, løgtingsmaður, metir, at tíðin er við at ganga undan í fullveldisarbeiðinum hjá samgonguni. Nú so nógv er liðið av valskeiðnum, átti meira at verið komið burutrúr

 

 

 

Tað er farið ov nógv av valskeiðnum, átti meira at verið at sæð av úrslitinum í fullveldisarbeiðinum, heldur Signar á Brúnni, løgtingsmaður og fyrrverandi landsstýrismaður Tjóðveldisfloksins, sum óttast fyri, at úrslitið ikki fer at verða tað, hann væntaði og vónaði.

Sosialurin hevur sett Signari á Brúnni stevnu heima við hús hjá honum í Fulafirði. Vit sita í hugnaligu stovuni við útsýni yvir býin og fjørðin. Kaffikopparnir standa á borðinum, og allastaðni rundan um okkum verður mint á, at jólini ikki eru so langt burtur, hóast farin afturum. Einglar og jólamenn saman við øðrum pynti og ljósum eru allastaðni at síggja.

Signar á Brúnni sigur, at hann alla tíðin hevur trúð uppá, at sa-mgongan fór at røkka eini loysn á málinum. Men sum alt meira líður út, uttan at nakað ítøkiligt hendir, er hann farin at óttast fyri, at vit í besta føri náa einum úrsliti, sum ikki er tað, ið varð sett upp í samgonguskjalinum.

Signar á Brúnni ásannar, at tað, sum ikki verður gjørt í fyrra helmingi av einum samgonguskeiði, verður ógvuliga ringt at fáa gjøgnumført.

Stóra málið hjá Tjóðveldisflokkinum hevur verið fullveldismálið, og ásannast má bara, sigur Signar á Brúnni, at vit enn eru langt frá tí, ynskiligt er.

Grundirnar kunnu vera so ymiskar, heldur hann. Høvuðsorsøkin er væntandi vilji frá donsku stjórnini, sum er lopin frá avtaluni, ið gjørd varð tann 10. juni 1998.

Samgonguflokkarnir hava ikki tlað við einari tungu í fullveldismálinum, og tað hevur gjørt støðuna veikari.

Fá mótstøðumenn tínar upp at táttast, so ræður tú sjálvur fyri borgum. Hesa støðu haldi eg, Nyrup er komin í og tí hevur styrkt støðu sína, sigur Signar á Brúnni.

 

Álitið farið

Farna árið hevur verið rættiliga buldrasligt politiskt hjá Signari á Brúnni. Hann hevur gjørt tær persónligu royndir av hesi samgonguni, at ein avtala ikki bara uttan víðari verður hildin soleiðis, sum væntandi skuldi verið. Tað er SvF málið eitt rættiliga greitt dømi um, sigur hann.

Tað er einki dulsmál, at álitið, Signar á Brúnni, fyrrverandi landdsstýrismaður, hevði á Anfinn Kallsberg, løgmann, og Høgna Hoydal, varaløgmann og floksformann Tjóðveldisfloksins, hevur verið fyri einum álvarsligum bakkasti. Hvørgin teirra helt orð, hóast heilt greitt var avtalað, at Signar á Brúnni skuldi aftur í landsstýrið, tá hann var reinsaður eftir kanningina avSvF málinum.

Hóast Signar á Brúnni fekk váttan frá bæði løgmanni og varaløgmanni um, at hann skuldi fáa landsstýrissessin aftur, um kanningin vísti, at hann einki skeivt hevði gjørt, skákaðu báðir sær undan og settu annan mann í sessin, beint áðrenn kanningarúrslitið varð kunngjørd. Hóast kanningin greitt vísti, at einki var at seta niður á arbeiði hansara sum landsstýrismaður.

Hetta tók fast, sigur Signar á Brúnni, sum ikki dylur fyri, at hann er sera vónsvikin.

Annars sigur Signar á Brúnni, at alt SvF málið tóktist honum sum ein roynd at fáa ein landsstýrismann skrædlaðan, sum onkur tingmaður tók til, meðan málið var fyri í Fíggjarnevndini.

Og tað er sera hugstoytt at ásanna, at samgongutingmenn miðvíst arbeiddu fyri at fáa hann úr sessinum.

Signar á Brúnni sigur, at hann á landsstýrisfundi fekk at vita, at tingmaður sat og skrivaði uppskot um misálit á seg sum landsstýrismann, áðrenn hann sjálvur hevði boðað frá, at hann fór úr landsstýrinum.

Og tá soleiðis verður arbeitt í einum máli, er ikki væntandi, at stevið skal vera so øgiliga nógv øðrvísi í øðrum málum heldur. Parolan tykist greitt at vera sum hjá kjógvanum í Fuglakvæðnum:

»Sektin á, hvat annar fær, eg skal nøra at mær.«

 

Kantarnir flusnaðir

Signar á Brúnni dylur ikki fyri, at samstarv hansara við leiðslu Tjóðveldisfloksins er ikki tað sama, sum tað áður hevur verið.

Hann hevur verið limur í Tjóðveldisflokkinum undir øllum formonnum floksins. Og ongantíð hevur nakar trupulleiki verið at samstarvað við nakran teirra, fyrr enn nú.

-Tá ið landsstýrismaður varð valdur í mítt stað, var nógv, sum eg undraðist yvir, sigur Signar á Brúnni. Viðkomandi landsstýrismaður tosaði ongantíð við meg um hasi viðurskiftini. Og eg legði til merkis, at eftir at hann var komin í starvið, vórðu skúlar fluttir, og granskingardepil lagdur í útvaldum valdømi uttan politiska viðgerð, bert fyri at taka okkurt einstakt dømi.

-Jú, tá eg líti aftureftir, og hugsi meg um, síggi eg sjónliga, hvussu væl kabalin er gingin upp, sigur Signar á Brúnni.

Tjóðveldisflokkurin hevur annars ført seg fram sum tann flokkur, sum vil hava greiðar relgur at ganga eftir í øllum málum. Tað verið seg rúsdrekkapolitikk, hvussu landsstýrismenn og tingmenn bera seg at og so framvegis. Tí átti eisini at verið sjálvsagt, at tær reglur, sum eru grundarlagið undir sjálvum flokkinum, verða hildnar, sigur Signar á Brúnni, løgtingsmaður Tjóðveldisfloksins í viðtalu við Sosialin um ársskiftið.

Men tað kann viðhvørt tykjast, at slíkar reglur bara eru fyri hini og ikki meg sjálvan. Og longu á fyrsta flokstinginum eftir, at nýggjur floksbygnaður var gjørdur, var hann brotin.

Tað stendur greitt í nýggju reglugerðini hjá Tjóðveldisflokkinum, at trý valevni skulu innstillast til starvið sum landsstýrismaður.

Men so var ikki, tí bara eitt valevni var til landsstýrismannasessin í flokkinum, hóast trý, sum sagt, áttu at vera. Og tá farið verður leysliga um eina reglu, er skjótt, at tann næsta eisini kann kámast, sigur Signar á Brúnni.

 

Persónligi kostnaðurin

Alt tað, hann hevur verið ígjøgnum politiskt hetta seinasta árið, hevur kostað, sigur Signar á Brúnni.

Hann dylur ikki fyri, at hann var sera vónsvikin av gongdini, málið fekk. Og at tað eisini hevur ávirkað heima, er greitt. Men hann gleiðist tó um, tann dygga persónliga stuðul, hann hevur fingið. Fyrst og fremst frá familjuni, men so sanniliga eisini frá fólki, hann annars ikki kennir soleiðis persónliga.

Hann leggur eina mappu á borðið og letur upp. Har er SvF málið í, alt sum tað er, skilst. Og úr henni lesur hann burtur úr brøvum, hann hevur fingið frá mentafólki í Føroyum. Rithøvundum, sjónleikarum eins og embætisfólki, sum harmast um, at hann soleiðis varð fluttur úr sessinum sum mentamálaráðharri, samstundis sum tey takka honum fyri dyggan stuðul og gott samstarv.

-Nógv av hesum fólkunum kenni eg bara av umtalu. Og slíkar heilsanir fløva, sigur Signar á Brúnni.

Hinvegin kann hann heldur ikki lata vera við at vísa á, at hann eisini kendi tað, sum var tað ein heilag skylda hjá ávísum pørtum av føroyska fjølmiðlaheiminum at fáa hann avrættaðan. Við góðari hjálp frá politikkarum, sum úttalaðu seg um bæði líkt og ólíkt. Dulnevnt. Ikki mítt navn nevnt her. Nei, nei. Uha, uha.

Slíka framferð frá starvsfeløgum - eisini samgongufeløgum - metir Signar á Brúnni beinleiðis sum lúsuta. Og tað var svárt at uppliva.

Men hóast Signar á Brúnni ikki heldur seg altíð vera sømiliga viðfarnan politiskt, er hann onga løtu í iva um sínar politisku hugsjónir. Tjóðveldismaður er hann, og hevur ongantíð so mikið sum hugsað um at skifta flokk ella støðu, sigur hann.

Enn hevur hann ikki gjørt av, hvussu verður til eitt komandi val, hóast áhugin fyri at fáa hann at stilla upp aftur avgjørt er millum veljarar. Tó vísir hann á, at hann hóast alt er tann, sum hevur fingið flestar persónligar atkvøður á Tjóðveldislistanum í Eysturoynni seinastu valini. Og serliga í Fuglafirði hevur hann fingið nógvar atkvøður, sigur hann.

Men hann hevur enn ikki gjørt av, um hann fer aftur til arbeiðis sum lærari.

-Kanska fari eg aftur í mítt góða, gamla, trygga arbeiðspláss, sum er Fuglafjarðar Skúli, sigur Signar á Brúnni.