Ov tíðliga við fólkaatkvøða um samanlegging í Suðuroy

Tað er ongin meining í at hava fólkaatkvøðu um at leggja kommunurnar í Suðuroy saman fyrrenn veljarin hevur ein sáttmála at taka støðu til, sigur Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri í Suðuroy

- Tað er ongin orsøk til at hava fólkaatkvøðu í Suðuroy beint nú um at leggja kommunurnar saman.

Tað heldur Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri í Vági. Hon er sostatt ósamd við starvsbróðurin á Tvøroyri, Kristin Michelsen, sum mælir til at hava fólkaatkvøðu í Suðuroy um samanlegging, samstundis sum kommunustýrisvalið er.

Men Kirstin Strøm heldur at hetta er ov tíðliga.

Nakað síðani var fólkaatkvøða í Vági um samanlegging og har var ikki meiriluti fyri at leggja Suðuroynna í eina kommunu.

- Vágbingar hava longu einaferð sagt nei til eina kommunu og eg haldi ikki, at tað er nøkur orsøk til at hava eina fólkaatkvøðu afturat, fyrrenn veljarin hevur nakað ítøkiligt at taka støðu til.

Samstundis samtykti Vágs Býráð, at skulu kommunur í Suðuroy leggja saman, skal Suðuroy ikki leggjast saman í eina kommunu, men í tvær.

Men á almennum fundi í Vági í farnu viku, tó Kirstin Strøm Bech øll á bóli, tá ið hon kunngjørdi, at hon hevur broytt støðu og at hon nú tekur undir við, at øll Suðuroy verður ein kommuna.

Samstundis er hon bundin at samtyktini í Vágs Býráði um tvær kommunur til næsta val.

Tí heldur hon, at tað eiga at vera tey nýggju kommunustýrini, sum taka við á nýggjárinum, sum eiga at taka støðu til spurningin. Og taka tey undir við at leggja kommunurnar saman, eiga tey at fara undir tilgongdina.

Hon hugsar sær, at eftir kommunustýrisvalið, skulu nývaldu bý- og bygdaráðini taka støðu til samanlegging.

- Er undirtøka fyri tí, eigur ein arbeiðsbólkur at verða settur at gera eitt uppskot til ein yvirskipaðan sáttmála ímillum kommunurnar um, hvussu Suðuroy skal skipast á eldraøkinum, skúlaøkinum, brunaumsjónarøkinum, barnaansingarøkinum og á nógvum øðrum økjum, eftir at allar kommunurnar eru lagdar saman.

Ein grundgeving ímóti at leggja saman er, at tað er so ójavnt, sum kommunur eru fyri fíggjarliga og at tað órættvíst, at kommunur, sum eru hampiliga væl fyri, nú skulu betala fyri skuld hjá øðrum kommunum?

- Tað er nettupp ein spurningur, sum arbeiðsbólkurin kann arbeiða við, sigur Kirstin Strøm Bech.

Men skal negativa gongdin í Suðuroy vendast er tað neyðugt at gera nakað, leggur hon afturat.