Ov nógv vatn rennur í Vestmanna

- Vatnmongdin frá reinsiverkinum er minkað munandi í dag, siga tey í Vestmanna kommunu, har tey heita á sínar borgarar um ikki at lata vatnið renna burtur

 

Í Vestmanna rópar kommunan í dag varskó, tí vatnnøgdin til borgararnar minkar ov skjótt.

 

- Víst verður á, at vatnmongdin frá reinsiverkinum er minkað munandi í dag.

 

Í kommununi halda tey orsøkina vera, at borgarar lata vatnið renna, meðan frost er.

 

- Hetta verður helst gjørt fyri at sleppa undan frostspreingingum.

 

Men, í Vestmanna kommunu verður heitt á borgararnar um ikki at lata vatnið renna óneyðugt.

 

- Í ringasta føri kunnu fólk lata vatnið lagra heldur enn renna, verður lagt aftrat.