Ov nógvir politkarar hildu undan í sjúkrahúsmálinum

Ein sannleiki er, at partur av læknum og embætisfólkum hava gjøgnum árini klárað at billað politikarum inn, at Landssjúkrahúsið kann gerast eitt “centralsjúkrahús”

Fari at takka Jákupi Petersen, yvirlækna, fyri vælútarbeidda og serstakliga skilagóða grein undir heitinum: “Dupultfunktiónir á sjúkrahúsum mugu steðgast”.

Nakað av nýggjum er í greinini, men hetta er ein hin best útarbeidda greinin ið skrivað er, og verulig staðfesting av, hvussu skilið er. – Møguliga svarðar onkur.

Sjálvur sat eg sum limur og formaður í sjúkrahússtýrinum fyri Klaksvíkar sjúkrahússtýri frá 1977 til 1984 og kenni sostatt ættarliðið av læknum og embætisfólkum, sum tá vóru á Landssjúkrahúsinum.

Av og á varð tosað um, at tá nýtt ættarlið fór at síggja dagsins ljós, fór at verða betri háttalag. Tá gekk ikki máni, uttan at álopini dundu á smærru sjúkrahúsini, tí tað vóru hesi, sum tóku vit og skil av Landssjúkrahúsinum. - Møguliga er háttalagið frægari.

Arbeiðið ikki sannført, men skattgjaldarin hevur goldið
Runnin eru nú 30 ár og upp ímóti hálvari milliard krónum í útbygging á Lands-sjúkrahúsinum, og framvegis ænir onkur enn, sum torir at geva smærri sjúkrahúsunum skuldina, meðan onnur av eldra ættarliðinum nú hava lagt seg eitt sindur á annan bógv, tí tey kenna seg særd, tá onkur t.d. úr Klaksvík, “er so illavorðin” at rósa Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Ein sannleiki er, at partur av læknum og embætisfólkum hava klára at billa politikarum inn, at Landssjúkrahúsið kann gerast “Centralsjúkrahús”, um teir hava mót at niðurleggja Suðuroyar og Klaksvíkar Sjúkrahús. – Roknið sjálvi, eitt Centralsjúkrahús í Danmark skal hava 200túsund íbúgvar sum grundarlag, meðan í Svøríki er talið kanska 500túsund.

Annar sannleiki er, at í Danmark verður mett við teirra 43túsund ferkilometrum landaøki, at ein klokkutími er ov drúgv fjarstøða frá sjúkrahúsi, meðan læknar á Landssjúkrahúsinum hava hildið, at tað er ongin trupulleiki, at norðoyingar í okkara landi, í okkara mangan ófantaliga veðri – 1.399 ferkilometrar landaøki – koyra meiri enn tíma og suðuroyingar skulu sigla millum tveir og 3 tríggjar klokkutímar.


Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi virkaðu funktiónirnar væl
Tær frálíku fuktiónirnar við t.d. ortopedi og rheumatologi saman við øðrum , sum komu í 1980unum, áttu at fingið frið at ment seg, uttan, at Landssjúkrahúsið júst skuldi gera royndir at sláa føturnar undan hesum vælvirkandi funktiónum, og sum Jákup sigur, við tí skapti óneyðugar kostnaðarmiklar dupultfunktiónir, sum eru við til at fáa sjúkrahúsverkið at liggja í fíggjarligum andaleypi við eini lutfalsligari verri tænastu og soleiðis koma føroyska samfelagnum og skattgjaldaranum í óføri.

Í hesum innleggi fari av handahógvi, bara at koma við einum lýsandi dømi um mótstøðu ímóti tí sum virkaði.

Fyrst í 1980unum gjørdu læknar á Klaksvíkar Sjúkrahúsi eina meting av kostnaðinum og “vælferðini” av at senda ortopediskar sjúklingar til Keypmannahavnar til SAHVA, sum er verkstaðið fyri ortopediskar sjúklingar, og heldur at fáa SAHVA at ferðast til Føroya, til Klaksvíkar, tí tað var her ortopediska deildin var í Føroyum. Hetta varð bæði bíligari og betri fyri “vælferð og -veruna” hjá sjúklinginum. Lat meg leggja afturat, at hetta hevur nú virkað fyrimyndarligt øll árini.

Kanska komin til seinasta útkall
Sjálvur sat eg um ta tíðina í paneli á Landssjúkrahúsinum, har eg saman við táverandi sjúkrahússtjóra, sum gjørdi frálíkt arbeiði, greiddi frá hvussu hetta fór at virka. Tað var ikki lukkuligt, sum bæði læknar, politikarar o.o. mótmæltu, at tey skuldu fara “heilt til Klaksvíkar”. Men til Keypmannahavnar var í teirra eygum ongir trupulleikar.

Sannleikin er, at nú mugu politikarar til verka, yvirtrekkini øll árini geva teimum “grá hár í høvdið”, útbyggingarnar, sum onkur tíverri kallar “lazaret”, hava verið so stórar, hetta er sum hjá DR, at ráðini eru ikki til at viðgera og avgreiða “kundarnar”.

Onkur politikari í høvuðsstaðnum hevur orðað seg so, at “ongin torir at taka diskusjónina upp, um at niðurleggja smærru sjúkrahúsini”. Her er svarið greitt, at nú er kanska seinasta útkall til at taka støðu, til at økja viðgerðina á smærru sjúkrahúsunum, áðrenn Landssjúkrahúsið er tað einasta í Føroyum, sum í síðsta enda gerst uppsavningarstøð fyri at senda sjúklingar av landinum.

Tað fer at undra, um Jákup Petersen, yvirlækni ikki fær svar uppá væl útarbeiddu grein sína. Ov nógvir politikarar hildu undan í sjúkrahúsmálinum, tí hevur óskilið hópað seg upp.