Ov nógvir negativir journarlistar

Beinta Bergsdóttir

Haldi, at vit hava fleiri journarlistar her í Føroyum! Vit hava nakrar, ið eru góðir, sum duga avbæra væl. Men so eru tað nakrir, ið virkuliga skuldi tikið seg saman! Haldi, at journarlistanir meira kundu tonkt upp á tað positiva og ikki altíð fokusera upp á tað negativa! Nú ein dagin kundi Norrøna ikki leggja at fyrrenn umleið kl.15, tað vil siga 9 timar ov seint vegna veður. Ein journarlistur snakkaði við nøkur fólk umborð. Hann spurdi onkran, um tað ikki var keðiligt, at næstan allur dagurin var spiltur burtur o.s.fr... men fólkin høvdu tað so deiligt umborð!
Hví kundi hann ikki havt spurt, um tað ikki var deiligt at hava frí ein dag afturat...? Hví skal ein bara spyrja um tað negativa og ikki eisini tað positiva? Onkur sigur, at tað negativa selur betur, men heilt ærligt... ein kann eisini stýra sær!
Tað er meiri enn so, tá ein hoyrir útvarp ella sær sjónvarp, har tvey kjakast um eitthvørt evni, at journarlisturin heldur við einum av teimum, og tað bæði hoyrir og sær ein væl! Og so eru tað tveir ímóti einum. Hvussu sær man tað? Jú, t. d. gevur journarlisturin einum minni tíð at siga, hvat hann meinar, og so verður tað eisini lagt press niður á tann eina persónin!
Journarlistar í Danmark eru vanliga meiri vinarligir, smílandi og royna at fáa okkurt positivt burturúr kjakinum! Haldi veruliga, at summir føroyskir journarlistar hava nógv at læra... Haldi annars, at tað eru fleiri áhugaverdar sendingar bæði í útvarpinum og í sjónvarpinum.
beinta_bergsdottir@hotmail.com