Ferðalan tvørtur um Stórabelti var so stór, at eitt skifti máttu myndugleikarnir steingja brúnna Annar jóladagur er ein av teimum størstu ferðsludøgunum í Danmark, og dagurin í ár er einki undantak.
Seinnapartin var ferðslan so stór ta einu løtuna, at myndugleikarnir gjørdu av at steingja brúnna í 10 minuttir fyri at spjaða ferðsluna eitt sindur.
Myndugleikarnir siga, at tað kann væl henda, at tað verður neyðugt at spjaða ferðsluna aftur seinni í dag.