Ov nógv­ur rentu­stuð­ul­ út­gold­in

Eitt serligt eftirlitsátak hjá TAKS vísir, at tvær mill­i­ón­ir kró­n­ur eru út­goldn­ar ov nógv í rent­u­stuðli sein­astu ár­ini.

Eftir at lógin um rent­u­stuð­ul bleiv broytt í 2009, hev­ur TAKS skrá­sett øll matr­i­k­ul numm­ar, sum eru knýtt at set­hús­a­lán­um. Síðan hevur TAKS vent sær til allar borgarar, ið fáa rent­u­stuð­ul, fyri at vátt­að, hvat lánini verða brúkt til.
Úrslitið av okkara eft­ir­lits­ar­beiði vís­ir, at góð­ar tvær mill­i­ón­ir krón­ur skulu krevj­ast inn aftur. Rentu­stuð­ul­in av hesum lán­um er somuleiðis steðg­að­ur. So­statt sparir lands­kass­in uttan iva fleiri mill­ión­ir í rentu­stuðli kom­andi árini, sum annars hevði verið útgoldin av órøttum, sig­ur Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS.
Tað eru ymiskar or­søkir til, at ov nógvur rent­u­stuðul varð út­gold­in. Í áví­s­um før­um er rent­u­stuð­ul­in steðg­að­ur, tí um­søkj­ar­i­n ikki hevur svarað eft­ir tríggj­ar á­heit­an­ir frá TAKS ella hev­ur fing­ið rentu­stuð­ul fyri meira enn ein bú­stað. Í øðr­um før­um er vant­andi sam­svar mill­um lán­tak­ara og set­hús­a­eig­ara.