ÍF er nú rættiliga greitt oddalið í meistaradeildini hjá monnum, og Mjølnir og Fleyr kapprenna um seinna FM-finaluplássið. Tað er greitt aftaná úrslitini í dag.
Í Gundadalshøllini í Havn vann Fleyr ein greiðan 3-0 sigur á SÍ. Settmunurin var 25-15, 25-9 og 25-8. Fleyr vann dystin uppá bara 37 minuttir.
Munandi meira spennandi var norðuri í Klaksvík, har ÍF vann 3-1 á Mjølnir í Badmintonhøllini. ÍF vann fyrsta sett greitt 25-14, men so Mjølnir sterkt aftur og vann 25-22 í øðrum setti. Í triðja settinum reið um snarið, og ÍF fekk knógvað settið heim 25-23. Tað var ikki minni spennandi í fjórða settinum, sum ÍF vann 26-24.
Støðan aftaná 13 umfør er, at ÍF er oddalið við 27 stigum. Mjølnir er nummar tvey við 23 stigum og Fleyr er nummar trý við 21 stigum. SÍ er aftast við sjey stigum.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna frásøgumaðurin hjá Rás2, Óli G. Samuelsen gjørdi við leikandi venjarin hjá Mjølnir, Thorvald Danielsen aftaná dystin. Thorvald er tó uttanfyri vøllin enn við einum skaða í tummlinum.
- Vit geru ov nógv servumistøk, og eisini ov nógv mistøk í sjálvum spælinum, staðfestir Thorvald Danielsen.
Thorvald Danielsen heldur tó, at har vóru løtur í dystinum har Mjølnir spældi seg upp, og var á støði við ÍF, og tann partin fegnast hann um.
Venjarin hjá Mjølni ásannar, at nú er tað tætt millum teir og Fleyr um annað FM-finaluplássið, og Thorvald iðrar seg um, at Mjølnir hevur mist ov nógv stig seinastu umførini.
Samrøðan Óli G. Samuelsen hevði við Teit Eliasen hjá ÍF kann hoyrast HER
Frásøgnin hjá Óla G. Samuelsen av teimum avgerandi bóltunum í teimum fýra settunum, og viðmerkingarnar og samanumtøkan hjá viðmerkjaranum, Odd Eliasen hoyrast HER