Ov lýtt at skoyta í Havn

Hóast ætlanin var, at skoytubreytin í Havn skuldi lata upp í morgin, so verður tað kotini ikki so.

 

Á býráðnum í Havn verður sagt at tað er so lýtt í veðrinum, at trupult er at køla vøllin niður, og tí mugu børnini geva tol og bíða eftir kaldari veðri.

 

Nær vøllurin letur upp ber illa til at siga nú, men verður hugt eftir veðurforsøgnini, verður ísvøllurin á Vaglinum ikki tikin í nýtslu fyrr enn eftir 1. desember.

 

Jólatræið á Vaglinum verður tendrað sum ætlað í morgin klokkan 15.30.