Ov lítil sleipikapasitetur

FUGLAFJØRÐUR

Tá stór skip koma á Fuglafjørð, er ofta neyðugt við sleipikapasiteti, eins og neyðugt er við loðsi.
Báturin Pilot, sum verður rikin av fólki í Fuglafirði, er mangan ov lítil til sleip, men hann er góður, tá skipini ikki eru alt ov stór, og líkindini eru til vildar.
Sigurd Simonsen sigur, at neyðugt hevur ofta verið at boðsenda øðrum sleipibátum, eitt nú Alfa Pilot og onkrum av bátunum hjá skipasmiðjuni MEST, Skúmranum ella Pressaranum. Eisini hevur sleipibáturin Goliat hjá Thor okkurt skifti ligið á Fuglafirði.
- Vit høvdu ynskt okkum, at sleipikapasiturin var størri til tær størru og tyngru uppgávurnar, sigur hann.