Ov lítið trýstar

Føroysku flogbóltskvinnurnar hingu skilliga við høvdinum, tá Saaremaa hevði tikið gullið frá teimum. Troystarorð munaðu lítið móti tárunum, sum runnu eftir kjálkunum, og nakrir minuttir mundu ganga, áðrenn nøkur teirra mælti eitt einasta orð.

Tá tárini vóru turkað burtur, fingu vit orðið á Gudrið Nolsøe, sum undan hesum vunnið fýra Oyl-gullmerki. Og hon var skjót at staðfesta, at føroyska liðið kom ikki veruliga ígognd. Hvørki í finaluni, ella í kappingini sum heild.

- Vit hava snøgt sagt fingið ov lítið av mótstøðu. Her á leikunum var tað bara í fyrsta og seinasta dystinum, at vit veruliga vórðu trýstar. Heldur ikki undan fráferðini spældu vit nakrar veruligar venjingardystir, og tí hava vit als ikki roynt, hvussu tað er at umstilla spælið, tá tú ert undir trýsti.

Og tá tú hevur vunnið fýra gullmerki áður. So er tað væl iengin góð kensla, sum tú situr við, nú talan bert gjørdist um silvur?

- Nei. Avgjørt ikki. Hetta er ikki nakað serliga stuttligt, kundi Gudrið bara staðfesta.