Ov fáir tímar

Tímatalsjáttanin til starvsfólk á dagstovnum er vorðin ógreiðari, síðani øki varð flutt til kommunurnar at umsita.

Í Pedagogfelagnum sóknast tey eftir, at mannagongdin við tímatalsjáttanini hjá dagstovnunum verður greiðari. Sambært teimum, so eru júst hesi viðurskiftini vorðin alsamt meira ógreið eftir at dagstovnaøki varð lagt út til kommunurnar at umsita.

 

Tað var á fundi í heyst, at leiðarar á dagstovnunum kring landi avgjørdu at seta arbeiðsbólk at greina tímatalsjáttanina, eftir at semja var um, at mannagongdin hesum viðvíkjandi ikki var nøktandi.

 

Arbeiðsbólkurin hevur síðani gjørt tilmæli í einum áliti, um hvussu tímatalsjáttanin skal leggjast til rættis, har mett verður, at ógreiðan hevur valdað í størri mun eftir at dagstovnaøkið bleiv lagt út til kommunurnar at umsita.

 

- Áðrenn hetta var tað Almannaráðið/stýrið, ið sendi sítt umboð út til ein nýggjan stovn, og bleiv stovnurin normeraður saman við arbeiðseftirliti, brunaumsjón og landslæknanum. Eingin slík skipan finst í dag, og nakrar kommunur og stovnar gera broytingar í tímatalinum uttan góðkenning frá hægri myndugleika, verður skrivað í álitinum.

 

Ósamsvar millum lóggávu og normering

Sambært dagstovnalógini frá apríl 2000, æt útrokningarhátturin, at fyri sjey vøggustovubørn skuldu stovnarnir fáa 80 starvsfólkatímar, meðan sjey barnagarðsbørn skuldu útloysa 40 starvsfólkatímar. Lóggávan er smíðað av landsmyndugleikum, og tískil metir arbeiðsbólkurin støðuna vera ógreiða nú, tá ið kommunurnar nú umsita hetta øki.

 

- Summar kommunur hava viljað at raðfesta dagstovnaøki høgt, meðan aðrar raðfesta økið lægri. Torført er hjá leikfólki at skilja, hvønn tørv stovnar hava, og hvat er neyðugt, og tískil er ikki altíð so lætt at tryggja, at stovnar fáa neyðugu tímarnar. Hetta í sær sjálvum reisir iva um, hvørt tímatillutingin er til barnsins besta, sigur arbeiðsbólkurin.

 

Í kanningini hjá arbeiðsbólkinum, sum er mannaður av fýra dagstovnaleiðarum kring landið, kemur fram, at kommunurnar ikki treytaleyst hava hildið seg til dagstovnalógina hvørjum tillutan av starvsfólkatímum fyri hvørt barnið viðvíkur. Støðan vísir seg at vera tann, at hvørt vøggustovubarnið fær millum 10 og 11 starvsfólkatímar (also upp til 10 tímar minni um vikuna, enn dagstovnalógin mælir til) og 5-6 starvsfólkatímar til barnagarðsbørn (sum í miðal liggur hálvan annan tíma undir tilmælinum í dagstovnalógini).

 

Fleiri tímar

Í tilmælinum hjá arbeiðsbólkinum til tímatalsjáttan, vilja tey hava atlit tikin til fysisku karmarnar og upplatingartíðirnar hjá einstøku stovnunum og sjálvandi tørvinum hjá einstøku børnunum og starvsfólkunum. Við hesum í huga, verður í álitinum mett, at hvørt vøggustovubarnið í miðal eigur at fáa 11,3 tímar um vikuna og barnagarðsbørnini 7,27 tímar um vikuna.

 

Tey gera tó vart við, at tey ikki hava tikið atlit til praktiskar útreiðslur, so sum streym og hita, men meta eisini, at hesar útreiðslurnar áttu at verið sundurlisnar frá starvsfólkalønunum í samlaðu fíggjarætlanini fyri dagstovnarnar.

 

- Samlaða tilmæli vil vera við til at gera tað týðiligari, hvussu arbeiðstíðin er gjørd upp, og harvið fækka um møguligar misskiljingar, ið kunnu vera um, hvat arbeiðstíðin inniheldur, og hvørjar uppgávur liggja innan givnu karmar, sigur arbeiðsbólkurin.