Hóast Danmark ger nógv fyri at fáa fleiri íverksetarar, er landið langt frá altjóða ”elituni” , men má í altjóða høpi taka til takka við eini staðseting onkustaðni í miðjuni.
Tað vísa nýggj tøl hjá OECD, ið undirstrika, at tað framvegis bert eru fáir danir, ið tora at siga farvæl við føstu lønina og at byrja sína egnu fyritøku, sammet við onnur lond. Seinasta stóra íverkstararkanningin hjá OECD leggur Danmark á keðiligt 12. pláss út av 25 tjóðum.
Av 100 fyritøkum í Danmark eru bert 9 nýstovnaðar. Hetta leggur Danmark afturum lond sum Kanada, Týskland og Ongland.
Samstundis vísa tølini hjá OECD, at fyri hvørjar 9 fyritøkur, ið verða settar á stovn, mugu í minsta lagi eins nógvar aðrar nýstovnaðar fyritøkur snara lykilin um.
Ov fá tora at taka stigið
Sambært vinnupolitiska ráðgevan í Danske Erhverv, Søren Friis Larsen, er tað hugstoytt, at danskir íverksetarar í so stóran mun eru afturút sigldir í mun til umheimin. Serliga harmast hann um, at so fá tora at taka stigið at gerast íverksetari.
Hann heldur, at ov nógvir danir ganga runt við einum dreymi at gerast egin harri, uttan nakrantíð at gera dreymin til verðuleika.
– Vit skulu leggja størri dent á, at geva teimum ungu betri korð. Tú kanst t.d. hava verið ígjøgnum alla skúlaskipanina, uttan nakrantíð at hava fingið nakra vitan innan roknskap. Men vit verða eisini noyddir at tryggja, at nógv fleiri íverksetarar kunnu yvirliva, og at dreymurin um egna fyritøku ikki endar við húsagangi, sigur Friis Larsen.
Ikki stundir til umsiting
John Parm Ulhøj á Handilsháskúlanum, ið er serfrøðingur innan íverkstan heldur ikki, at donsku úrslitini hjá OECD eru nøktandi.
Hann vísir á, at tað serliga eru 2 øki, har umstøðurnar hjá íverksetarum kunnu gerast betri, samstundis sum áhugin fyri íverksetan kann økjast.
– Fyri ein íverksetara snýr tað seg um at fáa góða ráðgeving og at lætta um umsitingararbeiðið. Mesta tíðin hjá íverksetarum fer til at útvega kapital og til at finna nýggj viðskiftafólk og tí hava teir ikki stundir til at nýta sína tíð til pappírsarbeiði, sigur hann í eini viðmerking til OECD-kanningina.
Føroyar eru ikki við
Føroyar eru ikki partur í kanningi hjá OECD, og tí kann ikki sigast nakað ítøkiligt, hvussu støðan innan íverksetan er í Føroyum í mun til OECD. Men um politiskur áhugi er til staðar, átti onki at verið at verið til hindurs fyri, at Føroyar komu við í eina slíka kanning, sigur Finnur Sivertsen, stjóri á www.business-line.fo, ið er sivilbúskaparfrøðingur og vinnuløgfrøðingur, í eini viðmerking til kanningina.