Tað er ein mannarættindatrupulleiki, at so nógvar skuldsetingar um neyðtøku enda uttan rættargongd. Ofta verða málini slept orsaka av vantandi próvførslu, eisini hóast ein møguligur gerningsmaður longu er skuldsettur. Hetta ger Amnesty í Danmark nú vart við.
- Tað eru somikið fá neyðtøkumál, sum fáa dómsviðgerð her á landi, at í veruleikanum eru neyðtiknar kvinnur verri stillaðar fyri lógini enn onnur. Og um neyðtøkan er framd av einum, sum kvinnan kennir, skal hon ikki rokna við, at málið kemur fyri rættin, sigur herferðarleiðari hjá Amnesty, Camilla Laudrup við Politiken.
Tí hevur Amnesty nú heitt á løgmálaráðharran, Lene Espersen (K), um at síggja til, at fleiri mál fáa dómsviðgerð. Soleiðis skuldi størri gjøgnumskygni verið, tá frágreiðingarnar hjá ávikavist kvinnuni og gerningsmanninum verða samanbornar.
- Endamálið er at styrkja um rættartrygdina hjá kvinnunum og at fáa størri gjøgnumskygni. Og verða fleiri mál løgd fyri ein dómara, kunnu vit eisini rokna við, at fleiri mál enda við einum dómi, sigur Camilla Laudrup.
Amnesty ynskir eisini, at neyðtøkumál skulu viðgerast av serkønum fólki innan økið. Eitt nú dómarum, kanningarliðum og ákærumyndugleikum, sum hava ábyrgdina fyri tílíkum málum. Harumframt eigur ein frágreiðingarskipan at verða sett í verk, so greiði fæst á, hví so nógv mál verða slept.