Ov fáar kvinnur í miðlunum

- Framvegis síggjast og hoyrast ikki eins nógvar kvinnur og menn í sendingum og í miðlum annars, har samfelagsviðurskifti av ymsum slag verða viðgjørd, sigur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í javnstøðumálum.

 

Tað hevur verið nakað av kjakið um kvinnur í miðlunum seinastu tíðina, og evnið var millum annað havt á lofti altjóða kvinnudagin 8. mars og í sendingini Afturáaftur í Kringvarpi Føroya 10. mars. Í gjárkvøldið varð ráðstevna í Norðurlandahúsinum, har partur av evninum var kvinnur og miðlar.

 

- Tá ið talan er um luttøku í miðlunum, er støðan broytt seinastu árini, hetta sambært teimum, sum arbeiða við tíðindum og miðlum. Nú er ikki eins trupult at fáa kvinnur at taka lut í sendingum og í almennum kjaki yvirhøvur, sum tað kundi vera fyri nøkrum árum síðani. Og tað er sjálvsagt at fegnast um! Men framvegis síggjast og hoyrast ikki eins nógvar kvinnur og menn í sendingum og í miðlum annars, har samfelagsviðurskifti av ymsum slag verða viðgjørd, segði landsstýriskvinnan.

 

Hon flutti fram røðu og segði millum annað, at tað hevði stóran týdning fyri uppvaksandi ættarliðið, at tað fær eina fjølbroytta fatan av samfelagnum.

- Og hesa fatan fáa tey millum annað gjøgnum miðlarnar, sum hava so stóra ávirkan og tí so stóra ábyrgd. At miðlarnir hava so stóra ávirkan gevur samstundis teimum, sum arbeiða í miðlunum eina stóra ábyrgd, sigur Eyðgunn Samuelsen.