Ov fáar fløskur retur

Dagur og Vika hevði mána­kvøldið innslag um, at ov fáar fløskur og blikk koma retur til tey, sum selja hesar vørur. Umhvørvisstovan vil hava, at í minsta lagi 85 prosent av teimum seldu íløtunum verða latin innaftur.
Men tað er lættari sagt enn gjørt.
Og tað er ikki so løgið, tí tað skal óvanliga gott tol og planlegging til at sleppa av við tómu fløskurnar.
Eitt er, at tað ber bert til at lata fløskur inn ávísar tíðir á vikuni, so stendur tú ikki klárur millum hálvgum tvey og tríkorter til tvey annan hvønn hósdag, so taka tey ikki ímóti fløskunum.
Og so sleppur mann bert av við fløskur, um handl­ar­nar selja hesar fløskur. So tú skalt runt í fimm ym­iskar handlar fyri at sleppa av við fløskurnar, og teir fimm handlarnir hava eitt lítið skoðbrá hvørja viku, har tað ber til at avlevera fløsk­urnar.
Nei, tað er vist, at tey, sum selja okkum fullu íløt-ini, vilja ikki hava tómu íløt­ini aftur frá okkum. Og skal Umhvørvisstovan loysa trupul­leikan, so mugu sølu­støð­ini antin fáa strang­ar ordrar um lagaligari mót­tøku, ella má ein samskipað mót­tøka gerast á Rúsuni, sum uppskot hevur verið frammi um.