Ov dýrt at útflyta feskan fisk

Tað loysir seg ikki fíggjarliga at flyta feskan fisk loftvegis úr Grønlandi til Danmarkar Tey seinastu árini er eftirspurningurin eftir feskum fiski vaksin nógv í Danmark, men í Grønlandi hevur Royal Greenland staðfest, at felagið kann ikki fáa nakað burtur úr hesum vøkstrinum.

Paviaaraq Heilmann, stjóri, sigur við KNR, at felagið gjørdi nakrar royndir við at senda feskan fisk við flogfari úr Grønlandi til Danmarkar, men at tað loysti seg ikki fíggjarliga. Royndirnar byrjaðu á vári í 2006, men eitt ár seinni bleiv avgjørt at gevast, tí tað loysti seg ikki.

Paviaraaq Heilmann sigur, at felagið hevði trupult við at fáa fatur á feskum fiski til ta ásettu tíðina, og harafturat órógvaði veðrið flutningin.