OUTSIDERmagazin útkomið

Í dag kemur nýggja mentanarblaðið OUTSIDERmagazin út á fyrsta sinni. Ætlanin við blaðnum er at skapa nakað heilt nýtt innan mentanarkjakið í Føroyum og serliga stimbra tey ungu til at skapa og skriva

Tema í hesum fyrsta OUTSIDERmagazin er outsidarin innan mentan og list í Føroyum og uttanlands. Í blaðnum eru annars ferðafrásagnir úr Afrika og úr Evropa, kjak um globalisering og William Heinesen, ummæli av nýggjum norðurlendskum høvundum, føroyskum rokktónleiki sum t.d. 200 og Knút Háberg Eysturstein umframt greinar um rokksøgu og um list í Føroyum í dag.
Við eru greinar, ummæli, essays og nýggjar søgur eftir m.a. Einar Már Gudmundsson, Jóanes Nielsen, Arnbjørn Ó. Dalsgarð, Kim simonsen, Gunnar Ekelöf, Knút Háberg Eysturstein, Berg Rønne Moberg, Firouz Gaini og onnur ? í alt eini 20 føroyskir og útlendskir skribentar, høvundar, listafólk og onnur, ið hava skrivað, yrkt, gjørt grafikk og annað upprunatilfar.
Við OUTSIDERmagazin vil blaðstjórnin skapa nakað heilt nýtt og serliga stimbra tey ungu til at skapa og skriva. Í blaðnum eru fleiri nýggir føroyskir yrkjarar, meðan onnur hava skrivað stuttsøgur.
Kim Simonsen er blaðstjóri á nýggja blaðnum, og hevur næst at sær Berg Rønne Moberg. Høgni Egholm Magnussen, grafikari, hevur verið sniðgevi og internetdesignari á blaðnum og á nýggju heimasíðuni www.outsidermagazin.com, meðan listamaðurin Ole Wich hevur illustrerað ein part av blaðnum.
Við í blaðbólkinum eru Svend Højgaard, ið lesur til bókavørð og stud.mag, Agnar Jógvansson, BA, Jóan Petur Ludvig Trier, og onnur, ið hava nógv góð hugskot og tankar um list, foto, bókmentir og annað. Forsíðuna hevur fotografurin Bárður Eklund gjørt.
Blaðið er hesaferð 176 síður, ið er eins nógv ein innbundin bók í A5-stødd. Blaðið er at fáa í bókhandlum og stórum kioskum í Føroyum og kostar 165 kr. Í Danmark fæst tað í Føroyahúsinum og í ávísum føroyskum feløgum. OUTSIDERmagazin kann eisini bíleggjast á heimasíðuni hjá OUTSIDERmagazin: www.outsidermagazin.com