Ótrúliga gleðiligt at fólk flyta á útoyggj

- Tað er ótrúliga gleðiligt, at fólk síggja møguleikarnar í at flyta út á útoyggj, og tað fer væntandi at skapa nakað fyri Svínoy, at man fær eina ungu familju út aftur til Svínoyar. . Vit fara altíð sum kommuna at leggja okkum eftir at lata fyri teimum skúlamøguleikum, ið hava verið, tá fólk flyta á útoyggj.


Tað sigur ein fegin Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, nú ein smábarnafamilja hevur boðað frá, at tey flyta til Svínoyar, og hava harvið spurt um skúlaumstøðurnar hjá teirra børnum.


Borgarstjórin í Klaksvík greiðir frá, at býráðið helst fer at samtykkja at lata skúlan upp aftur á býráðsfundi í kvøld, og at bólturin síðani liggur hjá Mentamálaráðnum.


- Vit kundu valt eina bíligari loysn, sum at tað skal liggja undir Klaksvíkar skúla, men tað hava vit ikki gjørt. Tá ein familja flytur á útoyggj, so skal tað eisini skapast møguleikar fyri, at tey trívast. Tí ynskja vit at lata skúlan upp aftur, og nú er tað upp til Mentamálaráðið at søkja og seta ein lærara.