Onkrar dagar er tað øgiliga lætt at blíva hugtikin. Og aðrar dagar er ein fullkomiliga óimponeraður av øllum. Ella soleiðis havi eg tað í hvussu er. Tað er ofta, at tað skal ræðuliga nógv til fyri at imponera meg, og so eri eg onkuntíð so peppað um alt, at eg næstan ikki klári at hyggja kritiskt uppá nakað. Men hetta lærir ein so við og við at hava kontroll á, jú meira tilvitaður ein gerst við at svølgja inntrykk.
Tó so. Eg var ræðuliga nógv í tí óimponeraða mode’inum í gjár, tá eg fór til Othello. Eg hugsaði faktiskt áðrenn, um eg skuldi fara yvirhøvur, tí hugurin var ikki ordiliga til staðar. Tað hevði okkurt við tað at gera, at hetta eru spildurnýggir, óroyndir leikarar, og tá er ikki heilt óvanligt at vera skeptiskur yvirfyri góðskuni. Men – sum so ofta fyrr – var mín skepsis totalt við síðuna av, og eg eri nú ræðuliga glað fyri, at eg fór.
Reyðar, sólmerktar nasar
Sýningin, eg fór til, var bókað til Studentaskúlan í Hoydølum. Tey, ið eg møtti har, vóru tí næstan øll ungir, spentir studentar við reyðari, sólmerktari nøs. Tað næsta, ið eg møtti, tá eg kom innar, vóru leikararnir. Í flottum, stílfullum svørtum ella hvítum búnum. Gjøgnumført. Tey komu øll smílandi út í gongina og heilsaðu uppá og bjóðaðu okkum inn í salin. Ein av teimum kom enntá til mín og vísti mær til tað besta staðið at sita, um eg skuldi fáa alt við. Og tað vísti seg eisini at vera tað besta staðið at fáa alt við.
Hølið var roykut og hevði eitt lekkurt, myrkt teaturhuglag. Ljósið dempaðist. Og leikurin byrjaði.
Søgan
Tað er kríggj ímillum Venesia og Turkaland. Árið er 1571. Herovastin hjá Venesia, Othello, ið er nekari, og vakra, hvíta gentan, Desdemona, blíva væl og giftast. Tað, sum tey ikki vita, er, at vinmaðurin hjá Othello, Jago, hevur vemmiligar ætlanir um at oyðileggja kærleikan teirra millum.
Hetta eydnast Jago við at spæla Othello og besta vinmann hansara, Kassio, út móti hvørjum øðrum. Jago fær sannført Othello um, at Desdemona hevur verið honum ótrúgv og hevur sovið hjá Kassio. Desdemona elskar Othello um alt, og hevur einki skeivt gjørt, men Othello gerst so sjúkur av øvund, at hann ikki megnar at hugsa klárt. Og drama og gølur fáa ræði á leikinum, ið endar við syrgiligum lagnum.
Feit útseting av Shakespeare
Leikurin fevnir um ógvuliga grundleggjandi kenslur millum menniskju, um at vera øðrvísi, um at tilpassa seg, um kærleika og øvund, um at stríðast við óndskap og rotnaðar sálir. Tað er ikki altíð lætt, og tað verður ógvuliga væl borið fram í hesum leikinum. Kanska serliga tí, at útsetingin hjá Hans Tórgarð og leikarunum er góð og løtt at skilja. Hon sigur okkum púra greitt frá kjarnanum í tí, sum Shakespeare skrivaði um á sinni. Eitt ógvuliga stórt pluss er eisini, at uppsetingin og søgugongdin sum heild er løtt at skilja. Tað er einki óviðkomandi uttanumtos, men tað er ein greið linja allanvegin ígjøgnum, sum sigur frá hesi hugtakandi, skakandi og rørandi søguni um kærleikan millum tvey fólk, ið verður beindur fyri av óndskapi.
Serliga var tað illustratiónin av tí freistandi og ónda, ið var koreografurin Jóna Thomsen, sum dansaði í blóðreyðum kjóla inn millum leikararnar, tá spenningur var í, ið var eitt gott trekk. M.a tá kríggið stóð á, og tá Othello gjørdist øvundsjúkur. Hendan senan við øvundini hjá Othello, hvussu hann spakuliga blívur klikkaður og missir tamarhaldið á sær sjálvum, er eisini lýst við einum feitum dansi. Restin av leikarunum standa rundanum hann og hála í hann og skumpa hann aftur og framm, upp og niður. Tað gongur skjótari og skjótari fyri seg, inntil Desdemona so kemur inn og dansar við honum. Tað er ógvuliga intenst og væl lýst.
Flott og gjøgnumført
Uppsetingin inni í Sjónleikarhúsinum riggaði eisini ógvuliga væl. Uppi á sjálvum pallinum sótu tónleikararnir og framførdu til dansisenurnar í leikinum. Leikurin sjálvur gekk fyri seg frá gongini av, inn ígjøgnum miðjuna av gólvinum, upp á og afturum pallin. Stólarnir til áskoðararnar vóru sett upp úti í síðunum av salinum. Ein stór trappa var sett frá gólvinum og upp á pallin. Úti í báðum síðunum av trappunum stóðu tvey stálrør við reyðum ljósi í. Leikararnir brúktu í onkrum senum bláar ljóskastarar at skapa huglagið við. Og so høvdu tey harafturat flottar, gjøgnumførdar búnar.
Konseptið var stutt sagt genialt. So professionelt, sum tað yvirhøvur kann blíva. Og tað er einki minni eg skideflott, tá hugsað verður um, hvussu ungir leikararnir í leikbólkinum »Hurðar« eru. Tað er ólukksáliga flott, og Hans Tórgarð hevur uppiborið nógv herðaklapp fyri at hava leitt leikararnar so væl ígjøgnum prosessina at seta leikin upp
Eitt kempi ískoyti
Ert tú skeptiskur? Líka sum eg var? Jamen tað ger einki, tí tað er fullkomiliga óviðkomandi, tá tað kemur til hendan leikin. Hetta er ein 100% gjøgnumførd, nýhugsandi og væl umhugsað verkætlan, sum gevur eitt kempi ískoyti til føroysku leiklistina. Eg tími ræðuliga væl at síggja tey gera hetta aftur. Og eg vóni, at tað verður skjótt, eg sleppi at síggja ein nýggjan leik frá teimum; at tey eru komin fyri at vera. Tí tey hava fangað meg, og tað gera tey aftur, um næsta verkætlanin verður líka gjøgnumførd.
Leikurin verður framførdur hvønn dag í Sjónleikarhúsinum, inntil mikudagin 14. mai, tá síðsta sýningin er.