Osvald Kjærbo 80 ár

Í dag, 21. mars, fyllir Osvald Kjærbo í Havn 80 ár. Osvald er føddur og uppvaksin í Sumba. Foreldrini vóru Kristianna, systir Napoleon Jacobsen av Glyvrum, og Tummas Jákup Kjærbo úr Sumba. Tey vóru sjey systkin, Maria, Jákup, Tomasia, Arni, Viggo, Osvald og Leivur. Sum ungur flutti til Havnar, har hann arbeiddi á ymiskum skrivstovum. Fyrst í 50-unum stovnar hann sína egnu heilsølu. Sum flestu heilsølur tá í tíðini seldi hann alt frá skipsútgerð til garn og skógvar. Osvald er virkin innan brøðrasamkomuna, serliga í Havn. Hann giftist í 1950 við Judith, f. Holm Jacobsen, úr Havn, og tey eiga fimm døtur. Anna og Katrin búgva í Havn, Kristvør býr í USA, Guðrun og Jórun búgva í Keypmannahavn. Osvald er burturstaddur føðingardagin.