SØLA
Tá gulllaksavirkið Sp/f Tavan í Leirvík varð kosið á vera Ársins Virki á vinnudegnum seinasta, tóku stjórin, Jóan Magnus Rasmussen og Osmund Justinussen, sum er í nevndini í felagnum, móti heiðrinum.
Nú tað í vikuskiftinum frættist, at Norðoya Íløgufelag hevur keypt ísfiskatrolararnar, Polarhav og Stjørnuna og 25% av Tavuni í Leirvík, er tað parturin hjá Osmundi og øðrum, sum er seldur.
Kom knappliga
Jóan Magnus Rasmussen, stjóri í Tavuni, sigur við Sosialin í morgun, at sølan av skipum og virki er hend knappliga.
- Jú, hetta er hent rættiliga knappliga, men vit vóna, at alt verður, sum tað var. Vit hava skilt, at Polarhav og Stjørnan framvegis fara at fiska gulllaks í vertíðini, og vit vóna eisini, at áhugamálini hjá teimum, sum nú koma at taka partin hjá Osmundi og øðrum, hava somu áhugamál við virkseminum, sum vit hava havt.
Jóan Magnus Rasmussen sigur seg ikki vera órógvaðan av broyttu eigaraviðurskiftunum, men viðgongur, at tingini eru hend knappliga.
Góð útlit
Stjórin veit annars at siga, at útlitini fyri árið í ár eru hampiliga góð.
Sp/f Tavan hevði sín higartil besta ár í fjør, tá avlopið var umleið 10 miljónir krónur.
- Vit ætla okkum í gongd aftur við gulllaksavirkseminum, tá vertíðin byrjar aftur. Hetta verður væntandi, tá vit koma út í apríl.
Í vetrarhálvuni virkar Tavan upsa, men í ár hava nøkur av upsaskipunum ligið, tá tey fóru av knóranum, og haraftra hevur fiskiflotin verið raktur av verkbanni.
- Vit plaga at arbeiða eini 2000 tons av upsa um árið, og hugsandi er, at nøgdin verður nakað minni í ár. Tó hava vit hava nógv at gera á virkinum seinastu 14 dagarnar, sigur Jóan Magnus Rasmussen, stjóri í Tavuni í Leirvík.