Osmund og Jórun avhenda Bátasavnið

Í morgin frá klokkan 15 til 18 verður almenn móttøka, har hjúnini Jórun og Osmund Justinussen fara at avhenda Bátasavnið og Málningasavnið til Sjálvsognarstovnin Báta- og Listasavnið í Leirvík og bygningin hjá Sjóborg til Eysturkommunu. Á skránni verða hugleiðingar, røður og Birgitte Schnakenburg og Moniku Srauss Joensen fara eisini at framføra klassiskar tónleikaperlur.

Í mai 2000 lat Báta- og málningasavnið í Leirvík upp á fyrsta sinni upp fyri almenninginum. Talan er í stóran mun um lutir, ið hjúnini Jórun og Osmund Justinussen hava savnað saman. Í savninum eru fleiri gamlir føroyskir bátar og ørgrynna av ymiskum lutum, ið lýsa tíðarskeiðið, tá árabáturin var álitið, sera væl. Á savninum er eisini ein long røð av málningum eftir Jóannis Kristiansen og Sámal Toftanes.

Samanlagt er talan um eitt sera virðismikið savn, ið á henda hátt verður tryggjað góðar og tryggar karmar í Sjálvsognarstovninum Báta- og Listasavnið, ið kommunan og eftirkomararnir hjá Jórun og Osmundi manna í felag.

Á móttøkuni fer Osmund Justinussen at hugleiða um savnið og virksemi kring tað; borgarstjórin í Eysturkommunu, Jóhan Christiansen, fer at røða og eisini verða klassiskar tónleikaperlur frá Birgitte Schnakenburg og Moniku Stauss Joensen at hoyra. Tær eru í løtuni aktuellar við nýggjari fløgu.

Øll eru hjartaliga vælkomin til móttøkuna sunnudagin.